- Genturnar taptu báðar sínar dystir í dag. Tær hava tó ein dyst móti Íslandi í morgin klokkan 10, og vinna tær har, so skulu tær spæla í hálvfinaluni.
Og tað er kanska serliga á gentusíðuni, at sær tað gott út í føroyskum flogbólti, vísir Peter Holm á.
- Har hava vit nógvar dugnaligar á veg uppeftir. Á U19-liðnum nú eru nakrar av teimum bestu, sum vit hava havt, og nú eru tær savnaðar til kapping her. So tað er spennandi at fylgja við.
HER ber til at síggja útslit og støður í kappingini hjá gentunum
Føroyar taptu báðar dystirnar í gjár, men vónirnar eru góðar til genturnar framyvir (Mynd: Sverri Egholm)
Vit fingu orðið á formannin í Flogbóltssambandinum tætt við hallargólvið á "vølli 2" á Hálsi í gjárkvøldið. Tá spældi dreingjaliðið hjá Føroyum
- Tað er 1-1 í settum, og vit burdu vunnið hetta liðið, staðfesti Peter.
Tað gjørdu Føroyar eisini; tað endaði 3-1 á Hálsi til stóran fagnað fyri føroyingarnar í høllini.
Ungu føroysku menninir knógvaðu onglendingum í fýra settum (Myndir: Sverri Egholm)
Sí eisini fleiri myndir: Føroyar vunnu á Onglandi
HER ber til at síggja úrslit og støður hjá dreingjum
Tað eru bæði U19-landsliðini hjá Føroyum, sum hetta vikuskifti á heimavølli kappast móti Danmark, Noreg (ikki við hjá dreingjum), Svøríki, Íslandi og Onglandi. Talan er um eina harða men spennandi kapping fyri føroysku liðini, sigur Peter Holm .
Dreingjaliðið byrjaði dagin í gjár við at tapa 0-3 fyri Svøríki, sum helst er sterkasta liðið í kappingini. Soleiðis er eisini hjá gentum. Bæði liðini hava Ísland á skránni fyrst í dag, leygardagin, og vónirnar um at fáa heiðursmerki um hálsin, áðrenn vikuskiftið er av, eru har.
- Tað eru kanska dreingirnir, sum á pappírinum hava lættari dystir í morgin, heldur formaðurin í FBF.
Flogbóltssambandið stendur eisini fyri nógvum hesar dagarnar, nú yvir 200 fólk eru komin til Føroyar til NZEVA U19-kappingina. Tað krevur nógv, men tað koyrir væl, sigur Peter Holm at enda við Portalin:
- Fyrisitingarliga eru vit vælnøgd. Alt hevur gingið væl higartil. Vit hava samanlagt yvir 200 fólk búgvandi á tveimum gistingarhúsum. Tveir vallir eru settir upp her á Hálsi, og tveir dystir koyra so at siga allatíðina samstundis. So tað krevur nógv. Eisini í mun til flutning av liðum. Vit hava tó nógv, sum hjálpa, og tað koyrir fínt.
Genturnar spæla móti Íslandi nú klokkan 10 - tað er um at koma í hálvfinaluna. Dreingirnir spæla klokkan 13 móti Íslandi og klokkan 19 móti Danmark.
Dystir eru so at siga allan dagin á Hálsi, og tv.fo vísir teir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald