Fótbóltur

- Serliga fyri KÍ er tað týðandi at fáa trý stig

Tað er tað sjálvandi fyri bæði, men dystarskráin hjá NSÍ aftaná oddadystin og tann hjá KÍ seinni í ár ávirka her, vísir Jákup Ósa á. Liðini bresta saman í Klaksvík klokkan 15.

Støðufesti hjá KÍ og heimavøllurin er millum tað, sum fær Jákup Ósa at hava greupuvinnararnar sum favoritt í dag. KÍ vann allar innanhýsis dystirnar í fjør - millum annað hendan lykladystin á Norðoyastevnu í 12. umfari, 3-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Støðufesti hjá KÍ og heimavøllurin er millum tað, sum fær Jákup Ósa at hava greupuvinnararnar sum favoritt í dag. KÍ vann allar innanhýsis dystirnar í fjør - millum annað hendan lykladystin á Norðoyastevnu í 12. umfari, 3-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-15 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Aftaná hendan dystin hevur NSÍ botn-fimm á skránni næstu fimm umførini. So megnar NSÍ at fáa stig í Klaksvík, ella enn tá vinna, so er nógv, sum er nógv bendir á at NSÍ liggur á odda eftir sjey umfør. KÍ fær eisini nógvar dystir í summar, og tí kann tað vera so týðandi fyri 

Hetta vísti Jákup Ósa, viðmerkjari og fótbóltstíðindamaður á í Fótbóltsskýlinum friggjadagin.

Har viðgjørdu hann og Ólavur Mikkelsen millum annað stórdystin millum KÍ og NSÍ, sum verður seinnapartin.

[object Object]
Jákup Ósa, her við telefonini, er til reiðar til stórdyst í Klaksvík seinnapartin. Fótbóltstíðindamaðurin á bolt.fo og Norðlýsinum vísir á, at tað eru slíkir dystir, sum kunnu avgerða alt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari og viðmerkjari, er ikki so stúrin fyri, at ein tøtt dystarskrá hjá KÍ seinni í ár, fer at ávirka liðið so nógv (Mynd: Sverri Egholm)

- Tey ovastu liðini vinna so at siga hvønn dyst móti botn-fimm. Tískil eru tað fáir innanhýsis dystir, sum kunnu verða avgerandi. Hetta er ein teirra, staðfesti Jákup Ósa.

Ítróttarskrivarin á bolt.fo og Norðlýsinum vísir á, at KÍ hevur vunnið allar seks innanhýsis dystirnar móti NSÍ, síðani liðið úr Runavík flutti upp aftur. Teir báðir í mai í fjør gjørdust ógvuliga týðandi, staðfestir Ólavur Mikkelsen.

Lurta eftir Fótbóltsskýlinum fra fríggjadegnum her - parturin um KÍ og NSÍ er frá umleið 11.45 til 16.30. 
Hinir dystirnir í umfarinum og liðini vórðu eisini viðgjørd.

Sendingin verður eisini endursend klokkan 14 í dag. Aftaná sigur Rúni á Reynatrøð frá í Klaksvík, samstundis sum vit fylgja hinum dystunum.

2. umfar í Meistaradeildini: 
Sunnudagin 15. mars

(14.00: Fótbóltsskýlið endursent á FM1 - hita upp til umfarið)

15.00: 
HB - 07 Vestur
EB/Streymur - AB
KÍ - NSÍ (FM1)

17.15: B68 - Skála (FM1)

(19.30: 3. Hálvleikur á FM1)

Fríggjadagin 13. mars
Víkingur - B36 0-0

Sí eisini: 
Sølvi Vatnhamar vrakaður í byrjanaruppstillingini - B36 tannleyst við bólti
Finnur Justinussen: - Verjurnar hjá Víkingi og B36 stóðu seg sera væl


[object Object]
Støðan 

Her ber til at síggja nærri, hvussu man kann fylgja við spennandi fótbóltsdegnum í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder