- Seinasti heimadystur var ein leygardag klokkan tvey. Tá er ofta trupult at møta til dyst - tað síggja vit eisini í Betrideildini. So við serliga tí í huga, eru vit væl nøgd við, at yvir 2.000 fólk vóru á Tórsvøll.
Hetta sigur Brynhild Absalonsen við Portalin. Hon er lutfalsliga nýggj í starvinum sum samskiftis- og marknaðarleiðari í FSF - talan er um eitt nýtt starv Fótbóltssambandinum.
Seinast var Norðurmakedónia á vitjan hjá manslandsliðnum. Talan er ikki um eitt mótstøðulið, sum av sær sjálvum dregur nógvar áskoðarar.
Sum heild er áskoðaraáhugin til A-landsdystirnar hjá monnum er ikki heilt so stórur nú, sum fyri nøkrum árum síðani. Gamaní vóru ikki nógv fleiri enn 2.000 fólk í miðal til seinastu Nations League-dystirnar, men annars hava tað sjáldan veið undir 3.000 áskoðarar til dyst hjá Føroyum á Tórsvølli seinastu mongu árini.
Tí spurdu vit Brynhild, hvussu tey sóu uppá støðuna, og um nakað øðrvísi verður gjørt hesaferð, nú Føroyar hava tveir týðandi heimadystir.
- Sjálvandi vilja vit hava so nógv fólk sum gjørligt á Tórsvøll. Vit arbeiða útfrá tí, at tað skal ongantíð vera nakar ivi um, nær landsdystur er á skránni. Vit fóru av álvara í gongd at marknaðarføra dystin móti Armenia í gjár, mánadagin. Tað kann tykjast seint, men í føroyska samfelagnum er tað so, at fólk vanliga ikki eru skjótt úti og keypa.
Lýsingin til landsdystin um tver dagar (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Fáa landsliðið tættari at fólkinum
Marknaðarleiðarin staðfestir, at veður og úrslit altíð spæla inn - ting sum hon ikki fær stýrt. Ofta er tað eisini so, at nógv av teimum somu fólkunum møta upp til landsdyst. Hesar dagarnir verða serliga sosialu miðlarnir og skermar ymsastaðni nýtt at lýsa við. Í løtuni eru ikki nógv atgongumerki seld til hóskvøldið.
Brynhild Absalosen vísir eisini á, at átøk verða gjørd fyri at fáa manslandsliðið “út til fólk”. Í sambandi við síðsta heimadyst - tíðliga í september - vóru spælararnir á vitjan á Rásini í Saltangará og á Skúlanum á Trøðni í Havn. Leygardagin verður talan um almenna vitjan í SMS við autografum og øðrum.
- Tað var týðiligt, at næmingarnir og spælararnir vóru ógvuliga glað fyri hetta. Tað gevur nakað. Hesa vikuna hava vit gjørt avtalu við SMS. FSF er á Torginum frá klokkan 10 leygardagin, og nógv virksemi er á skránni; spøl og søla. Klokkan 15 koma landsliðspælarar á vitjan og verða teir í ein tíma og skriva autografar og heilsa uppá, sigur Brynhild Absalonsen at enda.
Sí eisini: Gevandi løtur á Trøðni og á Rásini
----------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki
4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Lettland
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
* Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.
Sí eisini - video:
Brandur og Bjartalíð: - Skulu hava seks stig hesa vikuna
Hanus Sørensen: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum
Sí eisini: Myndir: Vandu í nógvum vindi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald