Fótbóltur

Gevandi løtur á Trøðni og á Rásini

Fyrrapartin hósdagin vóru spælarar og venjarar á A-landsliðnum við monnum á vitjan í Skúlanum á Trøðni og á Rásini.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2024-09-05 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Spæl, sangur og hugni, og eitt sindur álvara, var á skránni, tá landsliðsspælarar og venjarar fyrrapartin hósdagin vóru á vitjan í Skúlanum á Trøðni í Havn, og á Rásini í Saltangará.

Á Rásini, ið er ein eftirskúli fyri ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan, byrjaðu spælarar og búfólkini í Vælveru Fitness, har skipað var fyri ymsum smáum venjingum.

Síðani varð vitjað á stovninum, har blíðskapurin var í hásæti, samstundis sum sangurin rungaði saman við góðum gittarspæli.

Í Skúlanum á Trøðni var eisini ymiskt á skránni, og millum annað slapp føroyameistarin í talv, Silas Eyðsteinsson at royna seg við svarta fólkinum. Eisini varð skipað fyri ymiskum spølum og handaligum uppgávum, og tjóðsangurin var sjálvandi eisini sungin.

Uttan iva tvær góðar, hugnaligar og gevandi løtur, ið næmingar og búfólk vóru glað fyri, og fara at minnast næstu nógvu árini.

Leygardagin 7. september klokkan 14 spælir manslandsliðið fyrra av tveimum dystum, sum eru á skránni í hesum umfarinum, tá Norðurmakedónia kemur á vitjan á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

Les eisini: Tríggir spæla nú á hægri stigi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder