Jóannes Bjartalíð skýrir kvøldið í Oslo í gjár at vera "ótrúligt" og "ein veruliga uppliving".
Hann og Brandur Hendriksson Olsen komu inn í longdu leiktíðini í fjórðingsfinaluni hjá Fredrikstad móti Våleranga. Fredrikstad skoraði einasta málið, og skálvíkingurin og klaksvíkingurin vóru við at verja tað heim.
Sí eisini: Brandur og Bjartalíð eru í hálvfinaluni
Kappingarárið hjá uppflytarunum í Noreg hevur gingið betri, enn fólk væntaðu: Í løtuni er Fredrikstad á 6. plássi í Eliteseriuni og nú í hálvfinaluni í NM-Cup.
Føroyingarnir í felagnum hava tó verið skaðadarvaðir - serliga Bjartalíð. Hann hevur tó spælt seinastu dystirnar, og í gjár var Brandur eisini á vøllinum til dyst aftur.
Nú eru teir til reiðar til at hjálpa landsliðnum - tó verður tað helst ikki frá byrjan. Báðir staðfesta tó, at teir eru væl fyri.
Brandur Hendriksson og Jóannes Bjartalíð eru millum teir, ið hava vantað seinastu ferðirnar - hesa vikuna skulu Føroyar helst hava seks stig á Tórsvølli, staðfesta tekniskt sterku miðvallararnir.
Sí eisini: Hanus Sørensen: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum
Sí eisini: Myndir: Vandu í nógvum vindi
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki
4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar Lettland
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
* Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald