Fótbóltur

Brandur og Bjartalíð eru í hálvfinaluni

Báðir landsliðsmiðvallararnir komu á vøllin í longdu leiktíðini í Oslo í kvøld, har Fredrikstad vann á Vålerenga. Føroyingfelagið skal spæla hálvfinalu í NM Cup 30. oktober.

Ikki málfagnaður hjá Jóannesi Bjartalíð enn, men klaksvíkingurin hevur nú fingið nakrar minuttir í beinini aftur - í kvøld var talan um sera góðan steypasigur hjá Fredrikstad (Savnsmynd)

Ikki málfagnaður hjá Jóannesi Bjartalíð enn, men klaksvíkingurin hevur nú fingið nakrar minuttir í beinini aftur - í kvøld var talan um sera góðan steypasigur hjá Fredrikstad (Savnsmynd)

2024-10-06 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fredrikstad spældi í kvøld fjórðingsfinalu í norsku steypakappingini. Føroyingafelagið, við Elisabet Vang sum fysiskum venjara og Brandi Hendriksson og Jóannes Bjartalíð í hópinum, vitjaði Vålerenga í Oslo.

Neyðugt varð við longdari leiktíð, tí einki mál kom í vanligari leiktíð. 

Fimm minuttir inn í longdu leiktíðina kom Jóannes Bjartalíð á vøllin, og tveir minuttir seinni skoraði Morten Bjørlo til 1-0 fyri Fredrikstad.

Hetta gjørdist eisinamalla málið í dystinum. Brandur Hendriksson Olsen varð skiftur inn til seinna hálvleik av longdu leiktíðini. Skálvíkingurin hevur vant við fullari ferð hesa vikuna, nú hann er í gongd við at koma heilt fyri seg eftir skaða.

[object Object]
Brandur Hendriksson verður helst at síggja aftur á Tòrsvølli sum innskiftari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí eisini: Brandur er nóg birgur til landsliðið

Harvið fingu báðir skaðadarvaðu føroysku miðvallararnir minuttir í góðum sigri hjá Fredrikstad.

Liðið skal spæla hálvfinalu í norsku steypakappingini 30. oktober. Tað er móti hinum uppflytaranum í Eliteseriuni, KFUM Oslo. Stóri dysturin verður í Fredrikstad.

Fyrrapartin í morgin gongur leiðin hjá Brandi og Bjartalíð til Føroya, har teir skulu fyrireika seg til uppgávurnar á heimavølli seinni í vikuni - hósdagin móti Armenia og sunnudagin móti Lettlandi (í báðum førum klokkan 19.45. Fyrsta venjingin á Tòrsvølli verður seinnapartin í morgin.

Teir báðir, ið spæla á hægst stigi av øllum í hópinum, hava ikki verið á landsliðnum vegna skaðar og annað seinastu ferðirnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder