Fótbóltur

Brandur er nóg birgur til landsliðið

Skálvíkingurin hevur ikki spælt dyst síðani 25. august, men dugnaligi bóltspælarin hevur vant í Fredrikstad hesa vikuna og skal helst royna at gera mun sum innskiftari móti Armenia og Lettlandi.

Brandur Hendriksson Olsen verður helst aftur at síggja á Tórsvølli í næstu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen verður helst aftur at síggja á Tórsvølli í næstu viku (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-04 22:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kunngjørdi  Håkan Ericson hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Lettlandi, sum verða á Tórsvølli ávikavist hósdagin 10. og sunnudagin 13. oktober.

Í fyrstu atløgu hevði landsliðsvenjarin 23 nøvn á listanum, men samstundis boðaði hann frá, at væntandi fór ein spælari afturat at verða boðsendur seinni í vikuni. Håkan Ericson gjørdi eisini greitt, at hetta eftir ætlan fór at vera Brandur Hendriksson Olsen, sum hevur vant við fullari ferð í Fredrikstad hesa vikuna.

28-ára gamli miðvallarin hevur verið darvaður av skaða seinasta mánaðin og hevur ikki spælt í bestu norsku deildini síðani 25. august.

Sí eisini: Hallur Hansson er heldur ikki tøkur hesaferð

Talan er tó um spælara við tekniskum sereginleikum eftir føroyskum mátistokki - og saman við Jóannesi Bjartalíð, sum eisini er aftur á landsliðnum, er Brandur Hendriksson tann føroyingurin, ið er í tí felagnum sum er á hægst stigi.

– Tað er fantastiskt at vera við aftur, og eg gleði meg til fyrstu venjingina, sum verður mánadagin. Eg havi tamarhald á skaðanum, ið hevur darvað, og kann nú venja aftur við fullari fer, so tað sær gott út

Hetta sigur Brandur Hendriksson Olsen við heimasíðuna hjá FSF í kvøld.

Brandur hevur ikki verið við landsliðnum tvær tær seinastu ferðirnar. Føroyska mansliðið hevur nakað á trýsti á sær undan uppgávurnar móti Armenia og Lettlandi -  atgongumerki til dystirnar fáast í Nethandlinum.

Hópurin:

Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn (Fyri Silas Eyðsteinsson)
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Fyri Kristian Joensen)

Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík 
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur

Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (Noreg)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Sí eisini: Fleiri broytingar í føroyska hópinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder