Føroyska manslandsliðið skal 10. oktober og 13. oktober spæla lykladystir móti ávikavist Armenia og Lettlandi á Tórsvølli. Føroyar skulu helst hava fleiri stig, um góður møguleiki skal vera at halda sær í Deild C, sum er minsta málið hjá Føroyum.
Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober
Håkan Ericson hevur júst kunngjørt teir 23 spælararnir, sum í fyrstu syftu eru úttiknir. Har sæst, at Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Odmar Færø, Jóannes Bjartalíð og Hannes Agnarsson eru aftur á A-landsliðnum.
Hópurin:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn (Fyri Silas Eyðsteinsson)
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Fyri Kristian Joensen)
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Hetta merkir, at í mun til seinastu dystirnir eru Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Sonni Ragnar Nattestad, Patrik Johannesen, Pætur Petersen og Mads Boe Mikkelsen ikki við. Teir báðir síðstnevdnu eru skaddir nú - fleiri av hesum vórðu ikki úttiknir til dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi á fyrsta sinni. Tá varð Teitur Matras Gestsson úttikin í fyrstu syftu men kortini ikki tøkur at spæla.
Håkan Ericson staðfesti á tíðindafundinum fyri lítlari løtu síðani, at eitt pláss stendur opið í hópinum. Tað er fyrst og fremst til Brand Hendriksson Olsen, sum er byrjaður at venja við fullari ferð í Fredrikstad.
Jóannes Bjartalíð var á vøllinum aftur fyri Fredrikstad um vikuskiftið. Tað er tó ósannlíkt, at 28-ára gamli miðvallarin fer at spæla heilt nógvar minuttir um 10 dagar og 13 dagar
Sviin vil ógvuliga gjarna hava skálvíkingin við - tað hevur Brandur ikki verið tvær tær seinastu ferðirnar. Miðvallarin er ikki í dystarvenjing, og tað er Fredrikstad-liðfelagin Jóannes Bjartalíð heldur ikki. Hetta eru tó spælarar við millum annað tekniskum sereginleikum í føroyskum høpi, og eru tað teir føroyingarnir, ið til dagliga eru á hægst stigi.
Jákup Biskopstø Andreasen er framvegis skaddur. Tað er Hallur Hansson ikki. Miðvallarin, sum Håkan Ericson gjørdi til landsliðsliðformann í 2020, hevur eins og seinast sagt, at hann ikki metir tíðin er tann rætt at koma aftur á landsliðið. Hetta hevur landsliðsvenjarin staðfest fyri miðlunum nú. Hallur spælir annars fast í KÍ.
Nations League Deild C, bólkur 4
10. oktober:
Føroyar - Armenia
13. oktober:
Føroyar - Lettland
Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig
Dagført: 10.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald