Eingin Hallur Hansson á listanum. Soleiðis hevur verið tvey tey seinastu árini, tá A-landsliðið við monnum er úttikið.
Orkuríki miðvallarin var annars fastur maður og umráðandi spælari í tíggju ár. Eitt av fyrstu tingunum, sum Håkan Ericson gjørdi, var at velja Hall Hansson sum sín liðformann. Avloysarin hjá Atla Gregersen við armbandinum spældi eisini í øllum teimum kappingardystunum, sum hann var tøkur til fyrstu trý árini undir Håkani Ericson (2020 - 2022) - sjálvt um Hallur millum annað ikki hevði nakað felag í fleiri mánaðir.
Beint undan seinastu Nations League-dystunum í 2022 sleit Hallur Hansson krossbandið í Íslandi. Síðani hevur liðskiparin ikki spælt nakran landsdyst.
Seinast Hallur Hansson spældi fyri Føroyar á Tórsvølli var í 2-1 sigrinum á Litava í juni 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Afturvendan - tó ikki til landsliðið
Hallur Hansson varð kunngjørdur sum KÍ-spælari í apríl 2023. Nakrir mánaðir seinni spældi hann sínar fyrstu dystir eftir drúgva knæskaðan. Hetta var mitt í stóra evropeiska ævintýrinum hjá KÍ.
Hallur gjørdist partur av hesum og var sum so tøkur til landsdystirnar í september og oktober í fjør - samanlagt fýra dystir. Har høvdu Føroyar helst fingið nýtt roynda miðvallaran, men landsliðsvenjaratoymi metti, at tað var ov tíðliga, í mun til drúgva skaðan.
Hallur Hansson í Conference League-bólkaspælsdyst móti Olimpija Ljubljana 26. oktober í fjør. Hetta gjørdist hansara seinasti dystur í níggju mánaðir - stórur trupulleikar vóru við knæðnum í vetur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Um onnur viðurskifti, so sum persónligheit og leiklutir í hópinum/á liðnum, hava havt nakað at siga er ógreitt. Men frá einum fysiologiskum sjónarmiði var tað eftir øllum ein døma ein røtt avgerð at ikki taka liðformannin við aftur.
- Hallur hevur eina heldur serstaka skrá í KÍ við at hann millum annað ikki venur hvørjaferð. Hugt verður uppá støðuna viku fyri viku, og onkutíð kann hann spæla og onkutíð ikki. Hann hevur jú havt ein álvarsaman skaða, sum Brandur her. Hallur byrjaði tíðliga at venja og spæla aftur og vil ongantíð siga nei til minuttir. Vit hava so tikið avgerðina at bíða við at taka hann innaftur. So hyggja vit eisini eftir avrikinum. Hann arbeiðir hart og væl, men so er hann eisini í gongd við at venja seg við alt við bóltinum eisini...tann tekniska partin av spælinum.
Hetta segði Håkan Ericson í oktober 2023, tá Portalurin á tíðindafundi spurdi landsliðsvenjaran, hvussu teir sóu støðuna viðvíkjandi Halli Hansson. Stórar tvær vikur senni var greitt, at Hallur Hansson hevði fingið eitt afturfall í knænum.
Sí eisini: Hallur Hansson og tað at spæla á hægri stigi
Bólturin liggur hjá liðformanninum - hevur onga viðmerking
Hallur Hansson staðfesti sjálvur fyrr í 2023, at hann hevði vant og hart og nógv í mun til støðun. Tíbetur kom miðvallarin seg aftur, og tá KÍ spældi móti Malmö í Champions League dagin eftir ólavsøku spældi Hallur fyri fyrstu ferð í níggju mánaðir.
Síðani hevur 32-ára gamli miðvallarin spælt nógv hjá KÍ og líkist meira tí leikaranum, sum hann var fyri nøkrum árum síðani. Hallur spældi millum annað teir seinastu fimm evropeiski dystirnar hjá KÍ, er hann byrjaður inni í fýra teimum seinastu landskappingardystunum. Eisini hevur Hallur Hansson júst spæla tríggjar dystir innan átta dagar.
Hallur Hansson aftur á vøllinum fyri KÍ moti Malmö (Savnsmynd: Sverri Egholm)
So hví er maðurin við 72 A-landsdystum ikki við aftur á landsliðnum? Bæði til seinastu úttøkuna og nú er Hallur Hansson bjóðaður men hevur sagt nei, takk. Hetta tí at Hallur vil hugsavna seg um at koma heilt fyri seg og fáa røttu restutióna, áðrenn hann fer í dystir, har stigið er hægri.
Hetta er í øllum førum tað, sum Håkan Ericson hevur greitt miðlunum frá - seinast í gjár. Landsliðsvenjarin segði bæði við FM1 og Televarpið, at hann hevði havt eina viðtalu við Hall Hansson sunnukvøldið um støðuna - sambært landsliðsvenjaranum hevur samskiftið millum hann og Hall altíð verið gott.
KÍ-spælarin hevði nakað av pínu í knænum eftir strævna dystarskrá, og tørvar honum hvíldina og tíðina til at venja styrki rundanum knæðið.
Hallur Hansson hevur sjálvur onga viðmerking til, hví hann tvær ferðir á rað hevur sagt nei til A-landsliðið. Portalurin hevur sett seg í samband við spælaran - eisini skrivliga - men hann hevur ikki vent aftur.
Hópurin:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn (Fyri Silas Eyðsteinsson)
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Fyri Kristian Joensen)
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36
Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Sí eisini: Fleiri broytingar í føroyska hópinum til lagnudystir
Tøl: FaroeSoccer og FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald