Hann hevur ikki spælt síðstu dystirnar - síðani Molde-sigurin á heimavølli. Hallur Hansson hevur ovbyrjað seg, í mun til knæðið og kroppin sum heild. Tað er stutt síðani, at royndi landsliðsspælarin kom aftur frá álvarsomum knæskaða.
- Eg eri 31 ár men sum eitt lítið barn inni í. Havi vant ov hart og nógv - gjørt ov nógv av - og tað er skítbýtt. Eg skal vera, ja klókari.
Hetta staðfestir Hallur Hansson partvíst smílandi. Hann spældi seinnu hálvu av 2. hálvleiki í dag. Nú kennist tað væl - tó er Hallur nakað argur yvir, at KÍ fall eitt sindur og ikki gjørdi sær dælt av støðuni.
Hallur Hansson í álopsstøðu (Mynd: BjarnaMyndir)
Tó er nógv gott at taka við til útidystin, sigur hann. Fyrst hyggja Hallur Hansson og liðfelagirnir fram til Betrideildardystin móti EB/Streymi sunnudagin.
Video, sum sæst ovast: Bjarni Enghamar
UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 24.08
KÍ - Sheriff Tiraspol 1-1 (0-0)
53' Patrick Da Silva (Luc Kassi) 1-0
73' Jerome Ngom Mbekeli 1-1
KÍ (3-4-3/5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Sivert Gussiås.
Hesir komu inn: Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Latif Ahmed
Sí eisini:
Málleyst - og eitt tannleyst - Sheriff Tiraspol
Megnaðu ikki at halda moldovisku meistarunum
Myndir: KÍ - Sheriff Tiraspol
Onnur video:
Patrick Da Silva: - Næstan eitt undur at eg skori við høvdinum
Myndir: - Spæla ógvuliga væl í 65 minuttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald