Tað var eitt heldur óvæntað tamt Sheriff Tiraspol, sum KÍ stríddist ímóti í kvøld. Heimaliðið stríddist tó væl, hevði gott tamarhald á og eisini flestu møguleikarnar í fyrra hálvleiki.
Les eisini: Málleyst og eitt tannleyst Sheriff Tiraspol
Tíðliga í 2. hálvleiki brast fyri nev. Luc Kassi legði væl innfyri úr høgru, og vongbakkurin Patrick Da Silva rann perfekt og møtti bóltinum við høvdinum. 1-0 og 2. málið hjá nummar tvey hjá KÍ - bakkurin skoraði eisini á Tórsvølli í evropeiskum dysti í fjør.
Patrick Da Silva setti høvdið á....
Og kundi fegnast um flotta málið...
Eisini saman við liðfeløgunum...(Myndir: Bjarni Enghamar)
Fjøldin kókaði, og KÍ var framhaldandi vælskipað. Man herjaði eisini á, og eftir frálíkt álop og flott innlegg frá Odmari Færø stútaði Jákup Biskopstø Andreasen á mál. Málverjin vísti tó góð refleksir, og jústaði bóltin uppum.
Jákup Biskopstø Andreasen - beint eftir at málverjin hevur syrgt fyri, at KÍ-liðformaðurin ikki hevur skorað flott mál til 2-0 (Mynd: BjarnaMyndir/Bjarni Enghamar)
Ístaðin fyri 2-0 gjørdist tað 1-1. Í 73. minutti spældi útiliðið, ið hevði fingið meira brodd, skjótt bóltin millum KÍ-keturnar. Vegard Forren fekk ikki heilt fylgt góða bandaspælinum, og Tiraspol var eirindaleyst.
KÍ-avrikið var gott, men útgantsstøði er helst betri hjá Sheriff undan dystinum í Moldova (Transnistria) Liðið hjá Magna Hoseth hevur tó tvær ferðir avgjørt tað eftir javnleik í Føroyum í fyrra dystinum
UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 24.08
KÍ - Sheriff Tiraspol 1-1 (0-0)
53' Patrick Da Silva (Luc Kassi) 1-0
73' Jerome Ngom Mbekeli 1-1
KÍ (3-4-3/5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Sivert Gussiås.
Hesir komu inn: Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Latif Ahmed
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald