Hoyr norska KÍ-høvuðsvenjaran seta nøkur orð á 1-1 javnleikinum og ymiskt kring Europa League Playoff-dystin í kvøld.
Magne Hoseth er ógvuliga nøgdur við avrikið og spælið fyrstu 65 minuttirnar. Hann sá ikki Sheriff Tiraspol skapa nakað serligt útyvir spælið, hóast talan er um teknsiskt sterkar og skjótar spælarar.
- Vit taka hetta við okkum, og trúgva avgjørt uppá at vit kunnu skapa eitt gott avrik og úrslit í Moldova - nakað sum vit kunnu vera ernir av.
Magne Hoseth og hansara menn hava nógv at hugsa um í hesum døgum - í kvøld var avrikið heilt gott (Mynd: BjarnaMyndir/Bjarni Enghamar)
Venjarin staðfestir tó til seinast, at nú snýr alt seg um at savna megi og fáa spælarar til reiðar til dystin móti EB/Streymi. Hugt verður bert eftir honum, sigur Hoseth, og landskappingin er fyrsta raðfesting - Evropa er bonus.
Video: Bjarni Enghamar
UEFA Europa League Play-off, fyrri dysturin
Í dag, hósdagin 24.08
KÍ - Sheriff Tiraspol 1-1 (0-0)
53' Patrick Da Silva (Luc Kassi) 1-0
73' Jerome Ngom Mbekeli 1-1
KÍ (3-4-3/5-4-1): Nils Jonathan Johansson - Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Sivert Gussiås.
Hesir komu inn: Hallur Hansson, Mads Boe Mikkelsen og Latif Ahmed
Sí eisini:
Málleyst - og eitt tannleyst - Sheriff Tiraspol
Megnaðu ikki at halda moldovisku meistarunum
Myndir: KÍ - Sheriff Tiraspol
Málskjúttin: - Næstan eitt undur at eg skori við høvdinum (Video)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald