Hondbóltur

- Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman

- Tað hevði verið ótrúligt at komið í eina HM-hálvfinalu við hesum árganginum, sigur Óli Mittún við Portalin. Eftir ótrúliga 29-28 sigurin á Fraklandi, hyggur HM-toppskjúttin longu frameftir.

2025-06-23 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var ógvuliga stórt at vinna á Fraklandi í 2022, tá tað var okkara fyrsti kappingarsigur saman. Men hetta er nakað heilt annað.

Óli Mittún var ógvuliga fegin eftir fantastiska 28-27 sigur á Fraklandi í kvøld, sum sendi Føroyar í eina HM-fjórðingafinalu.

-Vit trüðu, at tað var tað eftir EM í fjør. Men nú hava vit gjørt tað…og vit kunnu avgjørt koma longur.

Hoyr alla samrøðuna við Óla ovast.

Sí eisini: Føroyar feldu Frakland og skulu spæla HM-fjórðingsfinalu

------------------------------------------------------

Bólkur III í U21 HM-meginumfarinum
1. Føroyar 4 stig (+7) *
2. Danmark 4 stig (+4) *
3. Frakland 0 stig (-4)
4. Rumenia 0 stig (-7)

*Víðari

Skráin í bólki III
Í dag, mánadagin 23. juni, Arena Katowice
Føroyar - Frakland 28-27 (16-17)

Týsdagin 24. juni, Arena Katowice
15.15: Føroyar - Danmark
17.30: Frakland - Rumenia

_________________________________


Dystargongdin:

5 min: 4-2
10 min: 5-7
15 min: 8-11
20 min: 11-12
25 min: 14-13
30 min: 16-17
35 min: 16-20
40 min: 19-21
45 min: 21-24
50 min: 24-26
55 min: 26-26
60 min: 28-27

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 9 (4)
Ísak Vedelsbøl: 4 (1)
Niklas Gaard: 4
Rókur Ziskason: 3
Høgni Heinason: 3
Trúgvi Hávardsson: 1
Høgni Højsted: 1
Tóki Friðriksson: 1
Búi Poulsen: 1
Sofus í Selvindi Nattestad: 1

Bjargingar: 
Aleksandar "Sasha" Lacok: 12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder