Í morgin klokkan 18.00 spæla KÍ og Luzern á Svangaskarði. Talan er um seinna dystin í 2. umfari í Europa League.
Luzern var risafavorittur undan uppgerðini, men í fyrra dystinum, sum var á Swissporarena hóskvøldið, gingu yvir 90 minuttir til heimaliðið fekk hol á. KÍ-liðið var vælskipað og hartarbeiðandi, og Kristian Joensen vísti stórspæl í málinum. Liðið hjá Mikkjal Thomasen hevði eisini tveir stórar møguleikar stutt fyri hálvleik. Tíverri eydnaðist tað ikki at halda 0-0, ið hevði merkt, at KÍ hevði spælt sín fimta evropeiska útidyst á rað uttan at tapa, at føroyskur fótbóltur hevði fingið eitt virðismikið stig, og at útgangsstøði hjá KÍ hevði verið væl betri.
Les eisini: Heilt ymiskar fyritreytir hjá KÍ og HB
Tað gekk akkurat ikki hjá KÍ í Luzern
Patrik Johannesen sigur tó, at tað sær gott út undan seinna dystinum, og at fyrsta løtan er ein lyklunum í morgin - um Luzern fær mál, skal Kí skora tríggjar ferðir:
- Vit hava eitt fínt útgangsstøði, so dystarætlanin hjá okkum er ikki stórvegis ørvísi, enn hon hevði verið, um tað endaði 0-0 í Luzern. Tað er umráðandi hjá okkum, at teir ikki skora tíðliga, so at dysturin ikki verður avgjørdur í teimum fyrstu minuttinum.
Luzern er allarhelst sterkasta mótstøðulið, ið hevur verið í Føroyum í ár. Tí skal nakað serligt til hjá Patriki og KÍ fyri at vinna í morgin. 23-ára gamli tvøramaðurin slær tó fast, at KÍ hevur møguleikan at koma víðari, men tað skal nakað serligt til:
- Allir leikararnir skulu spæla yvir evni. Vit skulu tora at spæla bólt og geva alt í nærdystunum. Vit trúgva 100% uppá, at vit fáa tað úrslitið, sum vit hava tørv á. Allir vita hvat skal til, fyri at tað skal eydnast hjá okkum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Talan verður um sætta dyst hjá KÍ í Europa League í ár. Patrik Johannesen kom til felagið í vetur, og hann skoraði tað fyrsta av higartil tíggju málum hjá KÍ í Evropa í summar. Patrik skoraði í báðum dystunum ímóti Tre Fiori, og áleyparin hevur leikt allar fimm dystirnar frá byrjan - seinast sum vinstri vongur. Patrik sigur, at evropeiski fótbólturin hevur nógv at siga fyri hann og KÍ:
- At spæla Europa League merkir ógvuliga nógv fyri okkum leikarar og fyri felagið. Man vil altíð sleppa at spæla í Europa, har man oftast hittir sterkari liðum enn í Føroyum. Tað er eisini nógv eygu uttanfrá, ið hyggja eftir leikarum, so man kann blíva sæddur av feløgum uttanlanda.
Patrik hevur at endan eina áheitan:
- Til seinast vil eg heita á øll KÍ viðhaldsfólk um at koma á Svangaskarð at stuðla okkum í morgin. Vit hava brúk fyri øllum stuðli, vit kunnu fáa.
Fótbóltur
- Skulu tora og skulu geva alt fyri at koma víðari
Patrik Johannesen og liðfelagirnir trúgva 100 % uppá tað ímóti Luzern. Ein av lyklunum er ikki at lata mál inn, og áleyparin heitir á KÍ-viðhaldsfólkini fyri at hjálpa á vegnum.
Patrik Johannesen í dysti ímóti Riterai á Svangaskarði - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-31 22:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald