Árant á Mýrini leikti í morgun fyrsta dystin sum einstaklingur á oyggjaleikum fyri Føroyar. Hann hevur verið við í liðkappingini, har Føroyar endaðu við at vinna bronsu í gjár, men í morgun var tað veruliga galdandi fyri unga sandavágsmannin.
- Tað var deiligt at sleppa í gongd. Eg spældi væl og gjørdi næstan ongar feilir, segði Árant á Mýrini tá vit hittu hann eftir dystin í Europa Sports Complex á Gubraltar í morgun.
Hann kann eisini vera væl nøgdur. Hann vann dystin trygt 2-0 við settúrslitunum 21-9 og 21-9.
- Tað er stórt at umboða Føroyar, og nú merkir man eisini eitt sindur av trýsti. Um man ikki vinnur er man úti av kappinfini, segði Árant á Mýrini.
Við 2-0 sigrinum í morgun vann hann seg víðari til sekstandapartsfinalurnar, har hann skal spæla móti einum av Álandi.
- Eg vænti ein sigur, var 17 ára gamli badmintonspælarin skjótur at skoyta uppí.
Badmintonspælararnir spæla annars í allan dag. Fyri løtu síðani leikti Magnus Dal-Christiansen móti Hettlandi, har hann tapti tepurt 2-1.
Bjarni Dal-Christiansen (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald