Fyri einari viku síðani byrjaði innsavningin til Hondbóltssambandið, í samband við at HSF manglar næstan eina millión í til landsliðsarbeiði, eftir meirkostnað í samband við leiktu heimadystirnar í Danmark í farnu EM-undankapping hjá monnum. Síðani hava yvir 71 fyritøkur/komunnur/einstaklingar latið pening, soleiðis at talið nú nærkast 800.000 krónum.
Les eisini: Innsavningin uppi á 735.000 krónum
23-ára gamli Jónas Gunnarson Djurhuus hevur verið ein av lyklaleikarunum í farnu EM-undankapping, og hann er ovurfegin um nógva stuðulin. At fáa møguleika at spæla nógvar altjóða dystir og harvið fáa avbjóðingar er gull vert hjá ungum hondbóltsleikarum, sambært Jónasi:
- Tað hevur alstóran týdning fyri okkum at síggja, at bæði fyritøkur og privatpersónar vilja stuðla, so at vit framhaldandi kunna hava eitt høgt landsliðsvirksemi, har tey ymsu landsliðini luttaka í hvørjari kapping. Tí tað er so sera týdningarmikið fyri alla menning í landsliðshøpi, at leikararnir spæla so nógvar altjóða dystir, sum yvirhøvur til ber, tí tað er har tann størsta gularótin hjá teimum føroysku hondbóltleikarunum liggur.
Les eisini: Gunn Ellefsen: Tað betýðir ótruliga nógv fyri okkum
Spælskiparin sigur, at peningurin ið er komin inn allastaðni frá prógvar nakað:
- Tað hevur alt at siga, at vit fáa tann stuðulin frá nærum øllum hornum í Føroyum, sum vit hava fingið hesa seinastu tíðina. Hetta vísur, at tað arbeiðið ið fer fram í HSF ávirkar teir flestu føroyingarnar, og tað er nakað, ið skal halda fram.
(Jónas Gunnarson Djurhuus - her í dystir fyri føroyska landsliðið á heimavølli í Farum ímóti Montenegro - Mynd: Sverri Egholm)
Hóast hesin peningurin fer at koma sera væl við beint nú, so eftirlýsir hoyvíkingurin eina meira varandi loysn fyri at framhaldandi halda fast í góðu menningini:
- Nú ræður tað um at fáa tann almenna mynduleikan meira við í at stuðla ítróttini. Tann játtanin ið er nú má dagførast fyri áhaldandi at kunna menna ítrottina, soleiðis at vit eru kappingarfør í mun til aðrar tjóðir, har játtanin lutfallsliga er væl hægri. Tey seinastu árini hevur HSF økt sítt virksemi munandi, og tað hevur víst, at við góðum venjarum, stuðlum og einari ávisari dystarmongd, kann føroyskur hondbóltur røkka langt.
Hetta eru ikki bert tóm orð frá Jónasi. Hann hevur sjálvur verið við í menningini; og var millum annað við til søguliga HM-endaspæli í 2017. Hann vísur á, at framúr góðu úrslitum eru komin av miðvísa arbeiðnum, og landliðsleikarin undirstrikar at enda, at tað má ikki fella:
- Vit hava sæð arbeiði givið úrslit við millum annað, at U21 landsliðið spældi seg til eitt HM-endaspæl, kvinnulandsliðið fekk nøkur frálík úrslit í Grikkalandi og nú seinast við gullinum hjá U17 landsliðinum í Gøteborg. Hesi úrslitini koma sjálvandi ikki av sær sjálvum; tað er av hørðum arbeiði á øllum frontum. Vit mugu allatíð miða eftir at menna okkum, tí verður tað ikki gjørt, so er ógvuliga skjótt at detta niður í millum, bæði í mun til onnur lond og tað leikaratilfengið ið er í Føroyum.
Fyritøkur sum vilja stuðla við 10.000 krónum ella meira kunnu senda teldupost til [email protected]
(Portalurin skipar fyri savningini, men peningin avgreiða HSF og fyritøkurnar sínamillum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald