Ystad, Svøríki (Portalurin):- Í fyrra hálvleiki kendu vit okkum ógvuliga trýstar, men í seinna hálvleiki var ógvuliga stuttligt at spæla. Vit fáa momentum, áskoðararnar ordiliga við, og so riggaði so at siga alt.
Soleiðis lýsir Óli Mittún stutt munin á 1. hálvleiki og 2. hálvleiki í fjórðu og SM-finaluni í kvøld. Portalurin spurdi unga føroyingin, hvussu tað bar til, at Sävehof skoraði 11 mál fyri steðgin og 21 mál eftir steðgin, og hvussu sterk motivatiónin var at avgerða alt eftir steðgin.
- Sindur ringt at siga júst hvat stóri munurin er. Men í 1. hálvleiki eydnast tað ikki heilt - serliga í álopinum. Ov ofta at armur kemur á, og so mugu vit bara skjóta uppá okkurt í vánaligari støðu. Í 2. hálvleiki fáa vit kontraspælið ordliga væl við, sum vit annars hava mangla alla finalurøðina. At skora 21 mál uppá ein hálvleik í einari finalu er ikki so vanligt. Vit vildu helst ikki spæla eina fimtu finalu í Partille, so vit vóru motiveraðir til fáa tað í hús í kvøld.
Sí eisini: Óli og Sävehof eru svenskir meistarar
Óli spældi sjálvur ógvuliga væl í Ystad, har heimaliðið royndi at syrgja fyri einari fimtu finalu. Teir hjá Sävehof kundu eftir dystin fegnast við sínum áskoðarum - har fleiri føroyingar vóru ímillum. Talan var um áttanda meistaraheitið í søgu felagsins. Hetta er annað árið hjá 18-ára gamla hoyvíkinginum í Svøríki, og hetta er hansara størsta heitið higartil.
- Tað er eitt sindur løgið enn - at man er meistari. Men eg kenni, at hetta er rættiliga stórt fyri meg og stuttligt at vera við til (...) tað var størri at koma til EM og spæla har, tí Føroyar er mítt heimland. Men í felagshondbólti er hetta greitt tað størsta, sum eg havi verið við til, staðfestir Óli.
Í fjør tapti Sävehof í fimtu og avgerandi finaluni um svenska meistaraheitið í Kristianstand. Júst tað at gullið hesaferð skuldi til Partille hevur fylt nógv í leguni, staðfestir fryntligi føroyingurin, sum til endans staðfestir, at nú er feria.
- Fái nakrar vikur frí nú áðrenn eg skal venja við U20-landsliðnum. So kann eg vera eitt sindur saman við familju og vinum, og gera sum mær lystir. Tað havi eg brúk fyri - nú havi eg verið í gongd í næstan eitt heilt ár út í eitt.
Óli Mittún skal til EM-endaspæl við U20-landsliðnum 10. juni. Áðrenn spælskiparin skal umboða Føroyar í Slovenia, kann hann eina løtu fegnast um svenska meistaraheitið og eitt flott kappingarár.
Fjórða og avgerandi SM-finalan
Ystad Arena, 28.05
Ystads IF - IK Sävehof 27-32 (13-11) 1-3 í finalum
Óli Mittún: 9 mál (14 skot) og átta upplegg. Tvær tekniskar villur og tvey "steals" (vunnir bóltar í verjuni)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-5
15 min: 8-7
20 min: 9-9
25 min: 11-9
30 min: 13-11
35 min: 15-16
40 min: 20-20
45 min: 22-24
50 min: 24-26
55 min: 26-30
60 min: 27-32
Sí eisini: Óli Mittún varð dagsins maður í finaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald