Hondbóltur

- Tit hava verið betri enn vit higartil í kappingini

Hjálparvenjarin hjá íslendska kvinnulandsliðnum er ovfarin av hvussu væl føroyska liðið hevur verið í hesi kappingini. Hann hevur hug til at gera føroyingar til favorittar í annaðkvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-12-05 12:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vit hittu annan av venjarunum hjá íslendska landsliðnum á leikarahotellinum um middagsleitið.

Óskar Bjarni Óskarsson iðrar seg um, at hepni ikki rættiliga hevur verið við íslendska liðnum, sum enn onki stig hevur fingið í miðumfarinum. T

Hann greiðir frá, at íslendska liðið hevur mist nógv fólk síðan seinastu kapping, og liðið tí er í eini uppbyggingarfasu við fleiri ungum leikarum. Serliga í miðverjuni eru leikararnir ungir og rættiliga óroyndir við slíkar stórar kappingar.

Hann hevur hug til at gera føroyingar til favorittar til dystin í annaðkvøld, tí hann er ovfarin av hvussu føroysku leikararnir hava ment seg, og hvussu tær hava fingið góð úrslit í HM-kappingini.

Dysturin millum Føroyar og Ísland verður spældur í annaðkvøld kl. 19.30 

Liðini kennast væl eftirhondini. Hava spælt tveir landsdystir fyri kortum.

Miðskeiðis í oktober eydnaðist tað føroyska liðnum at vinna á Íslandi fyri fyrstu ferð. Hetta var í EM-undankappingardysti í Reykjavík. Føroyar vunnu 24-22.

Liðini møttust aftur við Tjarnir beint áðren fráferð til Trier. Tann dystin vunnu íslendingar, úrslitið var 28-25. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder