
Katowice, Pólland (Portalurin):
Tað var ein ovurfegin landsliðsvenjari, sum Portalurin fekk orðið á stutt eftir seinasta bríksl í Póllandi í kvøld. Har vunnu Føroyar 28-27 á Fraklandi í lykladystinum í meginumfari III.
Djóni Gaard Joensen hevur høvuðsábyrgdina saman við Hjalta Mohr Jacobsen, og teir upplivdu í kvøld ein av teirra allarstørstu sigrunum saman higartil.
- Hetta er tað sjúkasta, sum eg havi verið við til.
Djóni viðgongur, at hann minnist ikki júst smálutir frá seinastu løtuni, men hann stórrósar sínum spælarum. Serliga vóru tað verjan og Sasha sum móti endanum skaraðu framúr.
Sí eisini: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman
Tá vit spurdu Djóna, hvussu teir síggja uppá dystin móti Danmark í morgin - har einki sum so er uppá spæl - var venjarin bersøgin:
- Tjóðskaparkenslan má bíða eitt sindur í morgin. Vit fara at hvíla spælarar, sum hava spælt heilt nógv. Tað er eingin orsøk at trýsta ov nógv. Vit eru í fjórðingsfinaluni, og vit skulu byrja at hyggja fram ímóti henni.
Har kunnu Føroyar hitta Noreg, Eysturríki ella Slovenia. Har er ikki nakar serligur munur á mótsstøðuliðunum, sigur Djóni Gaard Joensen.
Sí eisini: Føroyar spæla HM-fjórðingsfinalu hósdagin
Hoyr alla samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald