Fótbóltur

- Tottenham ella Milan kundi verið stuttligt í næsta umfari

- Tað var ein sannur "rutsjebanatúrur", so tað var ein heilt fantastisk kensla, tá dómarin bríkslaði av. Sebastian Pingel stútaði tvær ferðir bóltin frálíka væl í málið, og legði upp til avgerandi málið í 4-3 sigrinum hjá B36 á Levadia Tallinn í gjárkvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-08-28 08:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danski áleyparin hjá B36 sigur, at hann vónar, at B36 fær eina stóra og spenanndi uppgávu burtur úr lutakastinum til 2. umfar mánadagin 31. august.

- Eg vóni, at vit fáa eitt stórt lið. Eg havi ikki roynt at spælt ímóti einum heilt stórum liði, meðan nógvir av liðfeløgunum royndu tað í 2018 móti Besiktas. Tað kundi verið stuttligt at fingið AC Milan ella Tottenham, og at fáa ein heimadyst aftur. Men líkamikið hvat, so fara vit eftir tí, sum er, í tí dystinum vit nú einaferð fáa. 

Pingel setur eisini orð á, hvussu tað var, at hann fekk javnað og lagt B36 á odda í vanligu leiktíðini.

Upptøka: Bjarni Enghamar

Sí eisini: Jákup:- Minnist ikki eingongd hvat tú spurdi um 
               Hannes- Tað var akkurat ein dystur til mín at koma inn
               Ragnar- Hatta var heilt óbeskriviligt
               21-ára gomlu innskiftararnir avgjørdu fyri B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder