Adrian Justinussen átti yvirskriftirnar í føroyskum, norskum og donskum miðlum eftir 5-0 sigurin á AB í gjár, har Adrian sjálvur átti fýra av málinum. Trý av málinum við frísparki.
Norska TV2 kallar hann “Frisparkskongen” meðan danska Ekstrablaðið í dag skrivar um at “Nu taler hele verden om ham”.
Beint aftaná dystin vóru nógv sum skrivaðu til mín á Faceook og á Instagram, segði Adrian Justinussen við 3-2 í sjónvarpinum í kvøld.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Hann greiddi frá, at áhugin var heilt úr Brasil og Turkalandi umframt, at fleiri norskir journalistar eisini høvdu skrivað til 21 ára gamla HB-aran. Adrian Justinussen hevur áður greitt frá, at hann ætlar sær uttanlands, og at tað verður helst næsta ár. Tað sama segði hann við 3-2 í kvøld, men um eitt gott tilboð kemur, so kann vera, at Adrian fer á flog longu í summar.
- Sum nú er havi eg ikki fingið nakran fyrispurning, men tað kann skjótt koma. Beint nú hugsi eg bara at spæla kappinga so gott sum eg kann. Um eitt øgiligt tilboð kemur nú, taki eg av, segði Adrian Justinussen við 3-2.
Hann legði afturat, at hann eisini ætlar sær fast pláss í landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald