Fótbóltur

- Umráðandi at vit hava virðing men royna at spæla dystin uppá okkara máta

Korona hevur ávirkað nakað í fyrireikingunum hjá B36, men seinastu dagarnar hava Jákup á Borg og hansara menn veruliga hugsavna seg um uppgávuna í hitanum á Gibraltar. -Vit eru vónandi komin forbí tað, at tað sera sjáldsamt at føroysk lið spæla seg víðari, sigur venjarin.

Jákup á Borg skal í morgin royna at leiða B36 víðari úr undanumfarinum í bakandi sólini á Victoria Stadium, eins og í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jákup á Borg skal í morgin royna at leiða B36 víðari úr undanumfarinum í bakandi sólini á Victoria Stadium, eins og í 2018 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-19 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin í síðstu viku varð greitt, at ein í leiðarahópinum hjá B36 var testaður positivt fyri koronu. Jákup á Borg viðurkennir, at tað hevur ávirka fyrireikingarnar til Europa League-dystin á Gibraltar nakað, at liðið ikki hevur fingið vant heilt sum ætlað, men at tað á ein hátt hevur verið gott:

- Tað hevur sjálvsagt ávirkað nakað. Vit høvdu lætta venjing mánadagin, tí dystur skuldi vera á Skála mikukvøld. So bleiv ein leiðari testaður positivt týsdag, sum gjørdi at vit ikki vandu saman fyrr enn seint fríggjakvøld. Tað góða er, at vit eru mitt í kappingini, so hesir dagarnir gjørdu, at leikarar fingu hvílt, og høvdu vit so tríggjar góðar venjingar saman, áðrenn vit fóru avstað mánamorgun.

Síðani B36-ferðlagið kom til Gibraltar hevur korona eisini ávirkað. Øll í ferðalagnum vórðu kannaði á gistingarhúsinum mánadagin, og so varð bíðað eftir úrslitunum.

- Vit fingu í gjárkvøldið at vita, at allir eru testaðir negativir, sum er fantastiskt. Hetta var fjórðu ferð innan eina viku. Vit vóru tó avbyrgdir á hotellinum, frá tí vit lendu mánadag eftir døgurða, og tað er framvegis avmarkað, hvussu vit kunnu flyta okkum runt. Vit hava tó brúkt hesir dagarnir at vant okkum við veðrið (uttanfyri á økinum hjá gistingarhúsinum) og nýtt góðu umstøðurnar í venjingarmiðstøðini á hotellinum.

[object Object]

[object Object]Myndir: Fótbóltsfelagið B36

Bíða eftir koronaúrslitum í hitanum


B36 vandi í kvøld á Victoria Stadium. Ártalsfelagið spældi eisini har móti St Joseph's í 2018:

- Tað at vit hava spælt móti teimum fyrr ger, at umstøðurnar her niðri eru kendar. Liðið hjá teimum er nógv broytt, tí tað eru kanska bara fimm leikarar við frá 2018. Men vit kenna mátan teir spæla uppá, vøllin og landið nakað betri enn vit gjørdu í 2018. Eisini hava vit analysera fleiri av seinastu dystunum hjá St Joseph's á video. Undirlagið er skift fyri einum árið síðani, og er hesin vónandi betri enn tann í 2018, tí tá høvdu vit trupulleika av at fáa "flow" í spælið, tí at bólturin ferðaðist seint og hoppaði nógv á graslíkinum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Fótbóltsfelagið B36

Júst tað at tað ikki er trupult at spæla bóltin eftir jørð, er umráðandi fyri B36 sigur Jákup á Borg. Nógvu hitastigini (væntandi áleið 30 við dystarbyrjan, red) er B36 fyrireikað uppá, og tað skal ikki vera nøkur umbering:

- Vit hava ikki nógv fokus á veðrið. Tað verður heitt, tað vita vit, men vit hava vant í heitum klæðum og regnjakka í Føroyum og verið her nakrar dagar, sum ger at tað skal ikki vera nakað at “skylda uppá” veðrið Av tí at hetta bert er ein dystur, so er umráðandi at vit fyrireika uppá fleiri scenariur. Vit skulu møta teimum varliga og sjálvsagt við virðing. Men tað er eisini umráðandi, at vit royna at spæla dystin uppá okkara máta og sum vit dáma best: Posession – halda uppá bóltin og stýra dystinum.

[object Object]Benjamin Heinesen í heimadystinum móti St Joseph's í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri tveimum árum síðani var St Joseph’s byrjanin til eitt stórt evropeiskt summar hjá B36, ið kom víðari tvær ferðir.

- 2018 var eitt sera spennandi og gevandi ár. Eg fari altíð at minnast summarið 2018 við B36. Tað at vit tvær ferðir spældu okkum víðari og síðani endaðu ímóti stóra Besiktas var nakað so gevandi fyri meg og leikararnar. At vit so vunnu felagnum pengar og føroyskum fótbólti evropeisk stig var eisini sera gott. Vit eru vónandi komnir forbí tað, at tað er sera sjáldsamt at føroysk lið spæla seg víðari, og vísir tað at føroyskur fótbóltur og B36 hava flutt seg nógv síðstu árini.

Fyrsta bríksl í Gibraltar verður klokkan 16.30 í morgin. Dysturin kann síggjast ókeypis á Rás1. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder