Hetta er tann fyrsta evropeiska vikan hjá føroysku liðunum í ár. Einasta hópurin sum er farin út um landoddarnar higartil, HB fer til Belfast í morginárini, er B36.
Í gjármorgunin varð kósin sett ímóti Gibraltar, har B36, eins og í 2018, skal spæla ímóti St Joseph's.
Síðani ein koronatilburður varð staðfestur í leiðarahópinum hjá B36 fyri viku síðani, eru øll sum eru við í ferðalagnum kannaði tríggjar ferðir, og har hava allar kanningarnar tíbetur verið negativar.
Eftir reglunum skuldi hópurin tó aftur kannast, tá komið var til Gibraltar. Hópurin varð kannaður á hotellinum í gjárkvøldið, og til úrslitini fyriliggja sleppur hópurin ikki av hotellinum.
Teir í B36-hópinum venja inni á gistingarhúsinum (Mynd: B36)
Hetta skrivar B36 á facebook-síðu sínari. Tíbetur ber væl til at venja í venjingarmiðstøðini á gistingarhúsinum og til ber at verða uttanfyri, á matrikklinum hjá gistingarhúsinum:
- Har eru góðar umstøður at venja í og at venja seg við nógva hitan, sum í løtuni liggur á 29 stigum
B36 og St Joseph's spæla hósdagin klokkan 16.30 á Victoria Stadium.
Mynd: B36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald