NSÍ fekk hósdagin í síðstu viku 0-0 móti finsku favorittunum í Helsinki. Hetta var á papírinum eitt gott úrslit fyri felagið, sum ongantíð áður hevði fingið "evropeiskt stig" á útivølli.
André Olsen sigur eisini, at talan var um eitt disiplinerað avrik, og at ein endurtøka í morgin hevði komið væl við. 30-ára gamli hjálparvenjarin sigur, at NSÍ eisini fer at hava eitt heldur varið útgangsstøði í morgin, tí tað er helst teimum til fyrimuns, at dysturin liggur á vippuni leingi. Tó fer heimaliðið eisini at leypa á, og, eins og Tróndur Jensen, metir André mótstøðuliðið hava nakrar týðiligar veikleikar, ið NSÍ skal gera sær dælt av.
Sí eisini:
Myndir: NSÍ er til reiðar til avgerandi dystin
Video: Tróndur - Trýstið liggur á teimum
Hjálparvenjarin, ið var í venjaratoyminum hjá B36 í fjør, setur í sjónbandinum omanfyri eisini orð á tað serliga við hesum evropeisku dystunum, og hvat tað hevði merkt at spælt seg víðari.
Fyrsta bríksl á Svangaskarði í morgin verður klokkan 18. Portalurin verður á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald