Finska ferðalagið var seinkað í næstan átta tímar, orsakað av mjørkanum í Vágunum, men skal næsta lítla samdøgrið royna at fyrireika seg uppá at basa NSÍ.
Tað eydnaðist ikki í Helsinki, har tað endaði við málleysum og fyri tað vórðu Honka-leikararnir buh'aðir av vøllinum, og trýstið er eisini á finsku favorittunum. Hesum vóru Tróndur Jensen og André Olsen báðir inni á, tá Portalurin tosaði við teir undan venjingini hjá NSÍ í mjørkanum á Svangaskarði tíðliga í kvøld.
Miðvallari og hjálparvenjari nevndu eisini báðir, at mótstøðuliðið er sterkt, men har eru avgjørdir veikleikar, ið NSÍ skal gera sær dælt av fyri at koma víðari.
Sí eisini:
Mótstøduliðini hava trupult við at koma til Føroya
Tróndur: - Trýstið liggur á teimum
André: - Útgangsstøði er munandi betri
Tórður Thomsen og Búi Egilsson eru framvegis úti við skaða.
Sí myndir frá venjingini hjá NSÍ á Svangaskarði í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald