Fótbóltur

- Vænta at teir koma við einum aftursvari

Men vit hava fingið tíð at arbeitt við smálutum og fara avgjørt til Slovenia fyri at fáa trý stig. Hetta sigur Jóannes Kalsø Danielsen, sum í dag ferðast saman við liðfeløgunum til týðandi CL-dystin.

- Dysturin kemur allarhelst at líkjast heimadystinum, har vit fyri tað mesta koma at liggja djúpt og dúva uppá kontrastøður og deyðbóltar. Vit kunnu vænta at teir koma við einari reaktion í mun til síðsta dyst, sum slovensku miðlanir kallaðu vánaligasta úrslit í søguni hjá slovenskum fótbólti. Fyri bæði liðini hevur tað stóran týdning at vinna. Jóannes Kalsø Danielsen legði upp eitt eitt av málunum í sigrinum seinast (Mynd: Sverri Egholm)

- Dysturin kemur allarhelst at líkjast heimadystinum, har vit fyri tað mesta koma at liggja djúpt og dúva uppá kontrastøður og deyðbóltar. Vit kunnu vænta at teir koma við einari reaktion í mun til síðsta dyst, sum slovensku miðlanir kallaðu vánaligasta úrslit í søguni hjá slovenskum fótbólti. Fyri bæði liðini hevur tað stóran týdning at vinna. Jóannes Kalsø Danielsen legði upp eitt eitt av málunum í sigrinum seinast (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-07 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóskvøldið spælir KÍ í 4. umfari í bólkaspælinum í Conference League. Tá eru ellivu dagar síðani seinasta dystin - 1-2 tapið fyri Víkingi í seinasta umfari í Betrideildini. Í mun til seinastu dystirnar í Evropa, hava Magne Hoseth og hansara menn havt góða tíð at hugsavna seg og fyrireika seg til uppgávuna í Slovenia. Hetta merkist á ymsa hátt, staðfestir Jóannes Kalsø Danielsen.

- Vit hava longri ímillum dystirnar nú, tað ger at vit fáa havt harðari venjingar og at vit hava tíð at arbeiða við teimum lítli detaljunum, sum eru neyðugar at fáa rætt, um man skal fáa úrslit, tá vit spæla ímóti kvalitetsliðum. Um tað er ein fyrimunir ella ikki, tað fáa vit at síggja hóskvøldið.

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen og liðfelagarnir eru nógv á flogi í dag - spurningurin er um teir halda flogið í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

Vit fingu orðið á 26-ára gamla høgra bakkin í Kastrup, har KÍ-hópurin í dag hevur millumlent. Millumlending nummar tvey var fyri løtu síðani í Frankfurt, og tað er ikki fyrrenn seint i kvøld, at ferðalagið kemur á gistingarhúsið í slovenska høvuðsstaðnum.

Tað er skamt harfrá, at KÍ og Olimpija Ljubljana bresta saman. Hvat vænta Jóannes og hinir, tvær vikur eftir at tað endaði 3-0 millum liðini á Tórsvølli: 

- Dysturin kemur allarhelst at líkjast heimadystinum, har vit fyri tað mesta koma at liggja djúpt og dúva uppá kontrastøður og deyðbóltar. Vit kunnu vænta at teir koma við einari reaktion í mun til síðsta dyst, sum slovensku miðlanir kallaðu vánaligasta úrslit í søguni hjá slovenskum fótbólti. So fyri bæði liðini hevur tað stóran týdning at vinna.

Sí eisini: 
Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ
Veddingarfyritøkurnar vænta at tað fellur til slovensku meistararnar-nu

KÍ er tvey stig frá 2. plássinum í bólkinum, sum gevur viðari løttuku. Trý umfør resta í, og føroyameistararnir kunnu seta seg í sera góða støðu, um tað eydnast at vinna á slovensku meistarunum aftur - serliga um Slovan Bratislava samstundis tapir. Portalurin spurdi Jóannes Kalsø Danielsen, ið hevur spælt allar evropeisku dystirnar í ár, um trý stig er eitt krav fyri KÍ hósdagin og um støðuna í bólkinum.

- Vit fara at gera alt fyri at fáa trý stig, og tað hevið gjørt okkara umstøður munandi betri fyri at koma víðari. Vit kunnu møguliga liva við einum stigi, um úrslitini í okkara bólki laga seg soleiðis, men tað fáa vit ikki svar uppá fyrr enn bólkurin er avgjørdur. Men um vit vinna dystin hóskvøldi, samstundis sum Lille vinnur á Slovan, so gevur tað okkum allarhelst eina finalu á Tórsvølli ímóti Slovan Bratislava um víðari luttøku.


UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

[object Object]Teir í bláum skulu aftur stríðast við Olympia Ljubljana í vikuni...

[object Object]
Hesaferð verður tað ikki við sínum heimaáskoðarum í rygginum (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder