Fótbóltur

Vænta at tað fellur til slovensku meistararnar nú

Veddingarfyritøkurnar hava tó ikki Olimpija Ljubljana sum nakran heilt stóran favorittur á heimavølli móti føroyameistarunum. Veðrið fer als ikki at vera nakar vansi hjá KÍ.

Jákup Biskopstø Andreasen leggur her KÍ á odda 3-0 á Tórsvølli. Øðrvísi dystarmynd er í væntu í Ljubljana, har nógv er uppá spæl hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen leggur her KÍ á odda 3-0 á Tórsvølli. Øðrvísi dystarmynd er í væntu í Ljubljana, har nógv er uppá spæl hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-07 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá KÍ tók ímóti Olimpija Ljubljana á Tórsvølli 26. oktober var í roynd og veru eingin ivi, tá samanum kom. Teir á heimaliðnum vóru effektivari og raskari og eftir 3-0 málið hjá liðformanninum Jákupi Biskopstø Andreasen kom ongantíð spenningur í uppgerðina aftur.

Tað verður allarhelst ein øðrvísi dystarmynd í Ljubljana hóskvøldið. Slovenska meistaraliðið hevur einki stig fingið í trimum dystum í Conference League-bólkaspælinum, og sær nú helst ein møguleika móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Kravið í Slovenia er eisini trý stig og uppreisn eftir úrslitið og avrikið í Føroyum.

Sí eisini: Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ

Altjóða veddingarfyritøkurnar hava eisini Olimpija Ljubljana sum favoritt til seinna dystin millum liðini. Ein heimasigur gevur peningin beint undir tvær ferðir aftur - 1.95 hjá flestu veddingarfyritøkunum. Hetta er ikki eitt so høgt tal fyri eitt heimalið, sum hevur ein hóp við væl hægri virði og spælir í nakað betri heimligari deild enn KÍ.

Hini mótstøðuliðini hjá KÍ í Evropa í ár hava eisini verið nakað ella væl størri favorittar í heimadystinum. Úrslitið á Tórsvølli ger helst eisini sítt. Ein javnleikur liggur millum 3,60 og 3,75 og ein KÍ-sigur nakað tað sama.

Tað er helst eingin ivi um, at útidysturin verður ein størri og truplari uppgáva hjá Magna Hoseth, sum er René Shaki Joensen og Hall Hansson fyriuttan. Stožice leikvøllurin er tjóðaleikvøllur í Slovenia og hevur grasundirlag, sum er ein lítil fyrimunur fyri heimaliðið. Veðrið eru spælararnir hjá føroyameistarunum vanir við: Tað vera umleið átta hitastig í Ljubljana seint hóskvøldið og møguliga nakað av regni.

UEFA Europa Conference League, bólkur A:

4. umfar, hósdagin 9/11: 
Olimpija Ljubljana - KÍ  
Slovan Bratislava - LOSC Lille 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 

Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

Tvey lið koma víðari úr bólkinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder