Hann skoraði til 1-0, tá Olympia Ljubljana vitjaði á Tòrsvølli 26. oktober og legði harvið lunnar undir søguliga sigurin hjá KÍ. Orkuríki maðurin við 14-talinum á rygginum hevur eisini spælt frálíka væl í fleiri evropeiskum dystum í ár, men René Shaki Joensen hevur tíverri ein skaða nú.
Í síðsta landskappingardystinum móti Víkingi kom hann inn í 2. hálvleiki og brákaði eitt rivjabein í einum nærdysti. Tílíkt kann vera vandamikið at spæla við, og eftir metingarnar í dag er avgerð tikin um, at René ikki verður við í hópinum hóskvøldið.
Hetta kann verða ein smeitur fyri KÍ, tí 30-ára gamli havnarmaðurin hevur við sínum dygdum verið týðandi fyri KÍ í Betrideildini og ikki minst evropeisku framgongdini í ár. Hann kann røkja fleiri pláss heilt væl, og hevur hann verið í teimum flestu dystunum - René sat tó uttanfyri í Bratislava, tí lærkrikin argaði.
René Shaki og Páll Klettskarð í ovfarakæti eftir at fyrrnevndi hevur beint bóltin í málið hjá Ljubljana eftir frálíkt innlegg frá Árna Frederiksberg. Nummar 14 spældi á vinstra kanti hendan dystin (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var í fyrsta bólkaspælsdystinum, sum KÍ tapti 2-1. Tað úrslitið ger, at KÍ er kroyst at fáa stig í Ljubljana og helst skal vinna á slovensku meistarunum fyri at hava góðan møguleika at koma víðari úr Conference League-bólkinum. Dysturin í slovenska høvuðsstaðnum verður hóskvøldið 9. november klokkan 20. Sum skilst er Hallur Hansson heldur ikki tøkur hesaferð.
René Shaki Joensen var tó sum vant millum nøvini á listanum yvir úttiknar landsspælarar, tá Håkan Ericson kunngjørdi hópin til uppgávurnar í Noreg og Albania. Teir dystirnir eru um ávíkavist tíggju dagar og tvær vikur, og í landsliðstoyminum verður vónað, at KÍ-spælarin verður til reiðar at spæla tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald