Tað byrjaði við einum teprum tapi í Bratislava - har man iðraði seg eftir at hava verið á odda - síðani ein veruligur stríðsjavnleikur á heimavølli móti Lille, áðrenn KÍ sendi slovensku meistararnir aftur til Ljubljana við 3-0 tapi í 3. umfari.
Hósdagin byrjar seinni helmingur av Conference League-bólkaspælinum, og tykist tað avgjørt vera ein ávísur spenningur í bólkinum.
Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
4. umfar, hósdagin 9/11:
Olimpija Ljubljana - KÍ
Slovan Bratislava - LOSC Lille
(Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00 - tvey lið koma víðari úr bólkinum)
Við flotta sigrinum á Tórsvølli fyri ellivu døgnum síðani hevur KÍ sett seg í eina áhugaverda støðu. Lille er stórfavorittur í bólkinum og vitjar í Bratislava í vikuni. Føroyameistararnir skulu vóna, at útliðið vinnur har.
Um tað hendir, og um KÍ vinnur á Olimpija Ljubljana aftur, so hevur liðið hjá Magna Hoseth í roynd og veru møguleikan at spæla seg víðari við sigri á heimavølli í næstseinasta umfari, tá Slovan Bratislava vitjar.
Les eisini:
KÍ kappast nú av álvara um víðari luttøku
Páll Klettskarð: - Eru ikki bert við fyri at vera við
Nógv skal til fyri at hetta kann henda - KÍ skal gera sítt í einum dysti í Slovenia, sum helst skal vera stríggin. Nógvir møguleikar eru enn, hvussu bólkurin kann fara at hátta seg. Hjá Magna Hoseth og hansara monnum snýr tað seg um at halda høvdið kalt og finna líknandi uppskrift og avrik fram, sum man hevur sæð so nógv til í Evropa í ár.
KÍ-hópurin ferðast í morgin úr Føroyum til Ljubljana, umvegis millum annað Keypmannahavn. René Shaki Joensen verður tó ikki við vegna skaða.
Fótbóltur
Spennandi kvøld í Slovenia og týðandi vika fyri KÍ
Úrslitini í 4. umfari í bólki A í UEFA Conference League, har Lille vitjar í Bratislava og KÍ í Ljubljana, kunnu fáa avgerandi týdning fyri, hvønn veg tað koppar.
Páll Klettskarð og liðfelagirnir skulu aftur royna at fáa stig og mál móti Olympia Ljubljana. Talan er aftur um lykladyst fyri KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
2023-11-06 19:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald