Fótbóltur

Trý mál og trý stig á Tórsvølli

Stórt og søguligt úrslit hjá KÍ, sum nú er væl við í bólkinum.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-10-26 19:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ hevur aftur skrivað føroyska fótbóltssøgu. 5. oktober fingu trýfaldu føroyameistararnir fyrsta føroyska stigið í einum bólkaspælsdysti, tá Lille vitjaði. Í kvøld gjørdi liðið hjá Magna Hoseth bart móti Olimpia Ljubljana.

Slovensku meistararnir høvdu ein stóran møguleika í 3. minutti, sum Nils Jonatahan Johansson vardi væl fyri, og eina vandamikla støðu beint fyri steðgin. Annars hevði KÍ fult tamarhald á dystinum so at siga allan vegin. 

René Shaki Joensen og Páll Andrasson Klettskarð skoraðu flott mál fyri steðgin, og í 54. minutti so at siga avgjørdi Jákup Biskopstø Andreasen dystin. Liðformaðurin stútaði bóltin í Ljubljana-málið eftir gott horna frá Árna Frederiksberg úr vinstru, og so kókaði aftur á Tórsvølli, har tað ikki vóru heilt nógvir áskoðarar, men har KÍ-fjøldin veruliga gjørdi vart við seg.

Les meira um málini í 1. hálvleiki her: Shaki og Páll hava sent KÍ á sigurskós

[object Object]
Jákup Biskopstø Andreasen hevur økt til 3-0 eftir enn eitt upplegg frá Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur KÍ av álvara eisini. Níggjundi heimadystur á rað í Evropa uttan tap, og aftur varð málið hildið reint. KÍ koyrdi sigurin trygt heim síðstu 35 minuttirnar ella so, og liggur nú væl fyri í bólkinum: Trý mál, trý stig og 3,7 milliónir í kassan. Næsta uppgávu er í Ljubljana 9. november. 

Samrøður og meira seinni

UEFA Europa Conference League Bólkur A - 3. umfar
Hóskvøldið 26.10 á Tórsvølli
KÍ - Olimpija Ljubljana 3-0 (2-0)
30' René Shaki Joensen (Árni Frederiksberg) 1-0
44' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0
54' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 3-0

KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), René Shaki Joensen - Páll Andrasson Klettskarð

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Hallur Hansson, Claes Phillip Kronberg, Sivert Gussiås, Børge Petersen og Mads Boe Mikkelsen

Støðan í bólkinum eftir trý umfør:
1.LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder