Fótbóltur

Shaki og Páll hava sent KÍ á sigurskós

Frálík mál í fyrra hálvleiki har KÍ sum heild hevur havt nærum fult tamarhald á. Heimaliðið á odda 2-0 og 45 minuttir frá trimum stigum í bólkaspælinum.

René Shaki Joensen fegnast um søguliga málið (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen fegnast um søguliga málið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-26 18:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir hálvan tíma á Tórsvølli gjørdist René Shaki Joensen søguligur. 30-ára gamli havnarmaðurin kastaði seg fram til framúr innlegg frá Árna Frederiksberg úr høgru og beindi bóltin í málið: Fyrsta málið í einum bólkaspælsdysti í Føroyum, og so var fagnaður á Tórsvølli.

[object Object]
Árni legði upp við sínum framúr vinstra beini...
[object Object]
...René søkti og skoraði

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Tað var tað sanniliga eisini eitt lítið korter seinni. KÍ hevði nú fult tamarhald á dystinum, og vælsspælandi Jóannes Kalsø Danielsen fann Páll Klettskarð. Áleyparin hevur ikki fingið nógv við av evropeiska ævntýrinum vegna skaða, men nú setti hann verjuspælarin spælarar av og sendi bóltin sannførandi í longra málhorn við vinstra beinum.

Tvey framúr mál og flott KÍ-avrik higartil. 2-0 og nú snýr tað seg um at halda á mál móti slovensku meistarunum.

[object Object]
Jóannes fann Páll....

[object Object]...sum tók sær av restini (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]


[object Object]

[object Object]
9'arin hjá KÍ hevur sligið til (Myndir: Sverri Egholm) 

UEFA Europa Conference League Bólkur A - 3. umfar

Hóskvøldið 26.10 á Tórsvølli
KÍ - Olimpija Ljubljana (2-0)
30' René Shaki Joensen (Árni Frederiksberg) 1-0
44' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig
Olimpija Ljubljana 0 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder