- Vit ætla okkum víðari úr bólkinum.
Hetta hevur verið niðurstøðan og málið hjá Magna Hoseth, venjara, og spælarum hansara, frá áðrenn bólkaspælið byrjaði og til og við í gjárkvøldið.
Sí eisini:
Magne Hoseth: - Gera nakað søguligt - deiligt at síggja
Heini Vatnsdal: - Metti at eg kundi spæla ein hálvleik
Páll Klettskarð: - Fantastiskt at vera við til
Jákup Biskopstø Andreasen: - Hatta var forloysandi
KÍ vann sannførandi á slovensku meistarunum á Tórvølli. 3-0 sigurin á Olimpija Ljubljana ger, at KÍ nú er tvey stig frá Slovan Bratislava og 2. plássinum. Málúrttøkan hjá føroyameistarunum er betri enn tann hjá Slovan, sum tapti 2-1 á útivølli móti Lille.
Støðan í bólkinum eftir trý umfør:
1.LOSC Lille 7 stig (+2)
2. Slovan Bratislava 6 stig (+1)
3. KÍ 4 stig (+2)
4. Olimpija Ljubljana 0 stig (-6)
Tvey tey fremstu liðini eftir seks umfør koma víðari
4. umfar í Conference League bólki A.
Hósdagin 9. november
Olimpija Ljubljana - KÍ
Slovan Bratislava - LOSC Lille
Franska liðið legði seg á odda í bólkinum í gjár, og um favorittarnir at vinna hann vinna ella íhvussu er fáa stig í Bratislava 9. november, so er lagt upp til brak um 2. plássið millum KÍ og Slovan.
KÍ spælir í Ljubljana um 13 dagar, og hóast tað tað kann væntast at verða strævið á grsasinum og við einum helst sterkari Ljubljana-avriki, so burdi verið góður møguleiki hjá KÍ at fáa stig aftur.
Besta framtíðarmyndin hjá føroyska liðnum er ein endurtøka: At tað aftur eydnast at vinna á Olimpija Ljubljana, og at Lille vinnur í Bratislava. Í so fall fer KÍ frammum slovakisku meistararnar og kann í roynd og veru spæla seg víðari í næstseinasta umfari. Tá vitjar Slovan á Tórsvølli.
1-0 til KÍ....René Shaki Joensen skoraði søguliga málið í 30. minutti (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ-fjøldin var mælsk og gjørdi heilt víst mun. Vónandi vera tó fleiri áskoðarar til dystin móti Slovan, sum kann gerast lykladystur. Hetta kann felagið hjálpa uppá við at seta prísin til atgongumerki nakað niður (Myndir: Sverri Egholm)
Í øllum førum kann staðfestast, at KÍ er væl við eftir at helmingurin av bólkaspælinum er farin.
Afturat sjálvum stigunum í gjár gjørdi sigurin hjá KÍ, at felagið og føroysk feløg sum heild helst verða betri stillaði í evropeiskum kappingum framyvir. Heimasíðan bolt.fo hevur stutta útgreingin av støðuni her. Umframt hetta stillar 3-0 sigurin felagið úr Klaksvík í uppaftur betri støðu fíggjarliga: Inntøkan við sjálvum úrslitinum var 3,7 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald