Fótbóltur

Hoseth: - Hava ein møguleika at spæla okkum víðari

(Stutt video): Ætla okkum víðari úr bólkaspælinum, men til tað krevst at vit spæla við somu orku og megi sum í hinum evropeisku dystunum, staðfestir KÍ-venjarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-09-20 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ-hópurin er nú í slovakiska høvuðsstaðnum, har fyrsta uppgávan í bólkaspælinum er á skránni. Slovan Bratislava er favorittur til dystin - tó ikki risafavorittur.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag er við í einum evropeiskum bólkaspæli. KÍ er tó als ikki bert "við fyri at læra" ella fyri upplivingina. Høvuðsvenjarin ætlar sær í øllum førum víðari, og hann metir, at møguleikin avgjørt er til staðar.

Hetta staðfestir Magne Hoseth í viðtalu við Portalin eftir 2-1 sigurin í Gundadali fríggjakvøldið.

Brotið um uppgávuna í Bratislava og bólkaspælið er at síggja og hoyra ovast her. Har sigur Magne Hoseth, at málið og ætlanin er at koma víðari, og at til tað krevst, at KÍ spælir við nógvum "energi" - somu orku og megi sum í dystunum í summar.

Bólkur A: 
LOSC Lille (Frakland)
SK Slovan Bratislava (Slovakia)
NK Olympia Lublijana (Slovenia)


KÍ er lægst styrkismett av hesum liðunum, og skal enda í minsta lagi á 2. plássi fyri at koma víðari úr bólkinum.

Øll liðini spæla heima og úti móti hvørjum øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder