Fótbóltur

KÍ ikki eins undirmett sum í summar

Slovan Bratislava er favorittur til uppgerðina í annaðkvøld, men sambært oddsum hjá veddingarfyritøkum ikki ein so stórur favorittur á heimavølli móti føroyskum liði.

Millum annað Molde var væl størri favorittur hjá veddingarfyritøkunum, enn Slovan Bratislava er til dystin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Millum annað Molde var væl størri favorittur hjá veddingarfyritøkunum, enn Slovan Bratislava er til dystin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-20 12:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ tók í summar fótbóltsevropa á bóli og gjørdi í flestu dystunum oddsunum hjá veddingarfyritøkunum til skammar. 

Í øllum fýra uppgerðunum var KÍ undirtippað. Eftir sigurin á Ferencvárosi góvu veddingarfyritøkurnar tó føroyameistarunum ein nøkulunda møguleika í heimadystinum - serliga til dystin móti Sheriff Tiraspol ið ikki var stórur favorittur á Tórsvølli.

KÍ tapti heldur ikki nakran heimadyst. Um hugt verður eftir oddsunum til teir fýra útidystirnar og samanber tað við tey, sum eru til dystin móti Slovan Bratislava í morgin, so eru oddsini á KÍ nakað lægri nú. Tað merkir, at mett verður at KÍ hevur betri møguleika í Bratislava, enn til undanfarnu útidystir í Evropa í ár.

Hetta hongur helst saman við, at talan er um 1. umfar í einum bólkaspæli og ikki ein seinni dystur, har favoritturin skal vinna fyri at fara víðari. Soleiðis hevur tað verið í teimum fýra evropeisku uppgerðunum hjá KÍ higartil í summar.

[object Object]
Molde var risafavorituttr

At ein sigur til liðið hjá Magna Hoseth "bert" gevur peningin umleið fimm ferðir aftur í morgin, hongur heilt víst eisini saman við góðu evropeisku úrslitunum hjá KÍ.

Slovakiska deildin er avgjørt nakað veikari enn tann norska og eisini styrkismett undir tí svensku og ungarsku - KÍ hevur vunnið á meistarliðunum í hesum londinum í summar. Ferencvárosi basti eisini Slovan í fjør. Sheriff Tiraspol, ið basti KÍ í síðsta umfarinum, spælir ikki í so sterkari deild, men evropeisku úrslitini hjá Sheriff síðstu árini eru sterk.

Eingin ivi er um, at Slovan Bratislava á pappírinum er sterkari enn oddaliðið í Betrideildini. Ein heimasigur gevur 1,60 ella beint yvir tað hjá stóru veddingarfyritøkunum, og hetta er ikki eitt lægrri odds enn til dømis Føroyar hava havt áðrenn heimadyst móti Andorra áður. Tað er kanska ikki lagt upp til ein so ójavnan dyst í morgin, og KÍ ætlar sær víðari úr bólkinum. Fyrsta bríksl í Bratislava verður klokkan 20 føroyska tíð.

Sí eisini: 
KÍ setur nú kósina móti Bratislava
Danskt sjónvarp vísir KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder