Fótbóltur

KÍ setur nú kósina móti Bratislava

Flogið verður beinleiðis úr Vágum fyrrapartin. Fyrsta uppgávan í bólkaspælinum er á skránni í morgin, hóskvøldið klokkan 20.

Jákup Biskopstø Andreasen og hinir í KÍ-hópinum fara seinni í dag á flog. Uppgávan í Slovakia verður stór og søgulig (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup Biskopstø Andreasen og hinir í KÍ-hópinum fara seinni í dag á flog. Uppgávan í Slovakia verður stór og søgulig (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-20 06:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ fer nú at royna nakað, sum felagið ongantíð hevur roynt í sínari 119-ára gomlu søgu og sum einki føroyskt felag nakrantíð hevur roynt: At spæla í einum evropeiskum bólkaspæli. Sjálv ferðin til dystin byrjar í morgun - dysturin er á skránni í annaðkvøld.

UEFA Europa Conference League fer inn í sítt triðja ár sum triðja evropeiska kappingin fyri feløg hjá UEFA. Eitt av endamálunum er, at fáa fleiri feløg at spæla fleiri evropeiskar dystir, og eisini at geva feløgum úr smærri limalondum fleiri og størri møguleikar.

Her hóskar KÍ væl inn. Liðið hjá Magna Hoseth var marginalar frá at koma víðari til play-off umfarið í Champions League í Molde og síðani aftur eitt mál frá í play-off umfarinum í Europa League.

Harvið endaðu føroyameistararnir her. Teir spældu seg fyrst víðari móti Ferencvárosi og síðani Häcken í Champions League. Við teimum sigrunum tryggjaði felagið harvið rættin til í minsta lagi pláss í Conference League-bólkaspælinum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Eitt stórt og søguligt kvøld í Svøríki fyrst í august - KÍ skal nú vísa seg fram í bólkaspæli (Myndir: Sverri Egholm)

Har eru tað fyrst slovakisku meistararnir, ið bíða. Slovan Bratislava og KÍ skuldi spæla í Klaksvík í 2020, men Champions League-dysturin varð av ongum, tí koronusmitta rakti Slovan. KÍ vann uttan dyst, og tað er ein ávísur illvilji móti føroyska felagnum í Slovakia - í øllum førum millum fjepparar hjá slovakiska stórfelagnum.

Tað er fyrrapartin, at KÍ-hópurin og tey rundanum seta kósina móti Bratislava - beinleiðis. Talan er um eitt lítið leiguflogfar, ið fer úr Vágum um nakrar tímar. KÍ hevur venjing og fyrireiking í slovakiska høvuðsstaðnum í dag, og bólkaspælsdysturin byrjar klokkan 20 hósdagin, 21. september.

Sí eisini: 
KÍ-dystir ov dýrir fyri KÍ
Danskt sjónvarp vísir KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder