Ætlar tú at fylgja við søguliga Conference League-ævintýrinum hjá KÍ í sjónvarpinum, verður tú noyddur at finna tær eina útlendska sjónvarpsrás.
Kringvarpið boðaði fyrr í dag frá, at tey ikki kunnu vera við, nú bólkaspælið fer í gongd. Tað kostar ov nógv.
Les eisini: KÍ-dystir ov dýrir fyri KvF
Ein av rásunum, sum fer at vísa KÍ í heyst og í vetur, er danska TV2, sum hevur keypt sær rættindini til Conference League bólkaspælið.
(Skíggjamynd: TV2 Play)
Dysturin hóskvøldið á útivølli móti Slovan Bratislava verður tøkur á TV2 Play og kann síggjast við haldi. Byrjað verður at senda hósdagin klokkan 19:50 føroyska tíð. Dysturin byrjar klokkan 20.
Dystarskráin fyri bólk A í Conference League
1. umfar, 21. september: Slovan Bratislava - KÍ
2. umfar, 5. oktober: KÍ - Lille
3. umfar, 26. oktober: KÍ - Olimpija Ljubljana
4. umfar, 9. november: Olimpija Ljubljana - KÍ
5. umfar, 30. november: KÍ - Slovan Bratislava
6. umfar: 14. desember: Lille - KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald