Hondbóltur

- Við sterkari føroyskari áskoðarafjøld í rygginum hava vit allar møguleikar

Tróndur Mikkelsen er tó greiður yvir, at EM-bólkurin er torførur. - Summi vænta, at Føroyar kunnu spæla seg víðari til meginumfarið, og tað vænti eg eisini, staðfestir viðmerkjarin Julian Johansen. Teir seta her orð á mótstøðuliðini.

- Slovenia spælir skjótt og hevur ofta góðar leikskipanir. Hetta sóu vit í EM 2024, staðfestir Tróndur Mikkelsen um tí á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið hjá Føroyum í EM-bólkaspælinum. Fy

- Slovenia spælir skjótt og hevur ofta góðar leikskipanir. Hetta sóu vit í EM 2024, staðfestir Tróndur Mikkelsen um tí á pappírinum sterkasta mótstøðuliðið hjá Føroyum í EM-bólkaspælinum. Fy

2025-05-15 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið um bólkabýtið til EM-endaspælið í manshondbólti 2026 var fyrr í kvøld í Herning.

Har verður finaluumfarið spælt, og tveir bólkar verða eisini spældar í stóru Jyske Bank Boxen. Føroyar skulu spæla sínar bólkaspælsdystir í Unity leikhøllini í Bærum, sum er beint uttanfyri Oslo.

[object Object]
Føroyski bólkurin til EM (Skíggjamynd: EHF)

Hvat skal man so halda um at hava fingið Slovenia, Montenegro og Sveis í sín bólk? Vit hava spurt landsliðsspælaran Trónd Mikkelsen og viðmerkjaran Julian Johansen, sum var hjálparvenjari til EM-endaspælið í 2024. 

Slovenia: 
Tróndur Mikkelsen: - Eitt tekniskt sera sterkt lið við nógvum royndum á altjóða pallinum. Hetta sóu vit í EM 24. Slovenia spælir skjótt og hevur ofta góðar leikskipanir.

Julian Johansen: - Tað frægasta man kundi fáa úr hesum pottinum men ein ótrúliga trupul uppgáva. Slovenia passar Føroyum illa, tí spælistílurin við skjótt frä verju til álop pressar okkum í at skipa verjuspæli - og skjótleikin hjá teimum báðum passar sum útgangspunkt okkara miðverju illa. Seinast vit møttu teimum, vóru Makuc og Janc ikki við. Eg vænti, at vit kunnu geva Slovenia harða kapping, men tað verður trupult at vinna móti teimum. 

Føroyar og Slovenia spæla 20. januar í Oslo (Bærum)

Montenegro:
Tróndur Mikkelsen: - Fysiskt sterkir og aggressivir í verjuni. Teir hava spælt eina góða undankapping, har teir hava leikt javnleik móti Ungarn.

Julian Johansen: - Hetta skulu vit vera fegin um. Montenegro var nokk veikasta liðið í triðja potti. Tá tað er sagt, so spæla teir við hjartanum og eru øgiliga góðir í viðgongd. Montenegro er ikki kent fyri at hava serliga gott verjuspæl, so eg vænti at okkara 7:6 álopssspæl kemur at geva teimum nokk at hugsa um. Málverjin, Simic, kann tó vera allar besti málverji í heiminum, so hann skulu vit í øllum førum hava tak á. Vit kunnu gott vinna móti Montenegro, men vit skulu spæla væl, og syrgja fyri at hava tamarhald á serliga Borozan og Vujovic sum eru ávíkavist vinstri og høgri bakkur: Teir skjóta báðir heilt óluksáliga væl

Føroyar og Montenegro spæla 18. januar í Oslo (Bærum)

Sveis:
Tróndur Mikkelsen: - Eitt land, ið kann skapa trupulleikar fyri tey flestu landsliðini. Sveis hevur víðani víst seg frá tí sterku síðuni síðan Andy Schmid hevur tikið yvir og hevur nógv góð urslit í innleiðandi kappingini.

Julian Johansen: - Heldur torført at meta um. Teirra spælið snúði seg um Andy Schmid í nógv ár, men nú er hann ikki longur á vøllinum. Men hann roynur nú sum venjari at fáa sítt snilda álopsspæl inn á vøllin, so vit koma heilt sikkurt at møta einum liði sum spælur álopsspæl í 7:6, umframt eitt álopskent og ágangandi verjuspæli. Eins og Montenegro, so eru eisini nakrir skjúttar sum vit skulu hava virðing fyri. Stórsta stjórnan hjá Sveis stendur tó í málinum. Nikola Portner, sum til dagliga spælir í Magdeburg, kann steingja málið uppá nærskot. Leikara fyri leikara eru vit annars sterkari enn Sveis, so eg bæði vænti og vóni sigur har.

Føroyar og Sveis spæla 16. januar í Oslo (Bærum)

[object Object]
Julian Johansen á føroyska bonkinum undir EM-endaspælinum í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)

Sum heild eru spælari og viðmerkjari/venjari greiðir yvir, at lutakastið ikki var so galið, og serliga Julian Johansen torir veruliga seta orð á góðu føroysku møguleikarnar - Tróndur Mikkelsen peikar á áskoðarnar og "heimavøllin".

- Bólkurin er uttan iva torførur, men við einari sterkari føroyskari áskoðarafjøld í rygginum í Oslo hava vit allar møguleikar at gera vart við okkum. Vit hava sæð tað fyrr – tá stuðulin er har, og liðið trýr uppá tað, so ber væl til.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen á hallargólvinum í Mercedes Benz leikhøllini í Týsklandi í 2024. Síðani er bakkurin veruliga komin fyri seg í knænum og í økslini (Mynd: Sverri Egholm)

- Samanumtikið skulu vit vera nøgd við lutakastið  í dag. Í potti 1 og 3 fingu vit veikastu liðini. Í potti 4 var okkurt lið veikari enn Sveis, men har er ikki stórur munur á. Slovenia er hægst styrkismett í okkara bólki og hevur í dag fingið eitt kanón lutakast; so tá teir eru glaðir sum 1’arir mugu vit eisini vera glaðir sum 2’arir. Summi vænta. at Føroyar kunnu spæla seg víðari til millumumfarið; tað vænti eg eisini, sigur Julian Johansen at enda.

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki.

Sí eisini: 

[object Object]
Ein ógvuliga fegin Julian Johansen eftir javnleikin móti Noreg í Berlin í 2024 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her eru allir bólkarnir. Tólv lið, tvey úr hvørjum bólki, koma víðari til meginumførini (Skíggjamynd: EHF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder