Fótbóltur

- Vit arbeiða ímóti at fáa rættindi til at senda Betrideildina

Tað sigur Vegard Jansen Hagen, ítróttarredaktørur á TV2 Noreg, við Portalin. Føroyar eru áhugaverdar og hugtakandi, sigur hann.

Norska TV2 fer at seta seg í samband við Fótbóltssamband Føroya og Televarpið. Til høgru sæst Ole Erik Midtskogen, norski áleyparin hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Norska TV2 fer at seta seg í samband við Fótbóltssamband Føroya og Televarpið. Til høgru sæst Ole Erik Midtskogen, norski áleyparin hjá KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-20 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TV2 í Norge hevur rættindi til at senda Champions League, Premier League, La Liga, Serie A og aðrar stórar fótbóltskappingar. Nú hyggur stóra norska rásin eftir Føroyum og Betrideildini hjá monnum, ið eftir ætlan byrjar um 19 dagar, 9. mai.

- Tá Føroyar sum tað fyrsta landið sær út til at kunnað byrjað undir ábyrgdarfullum kørmum, so er tað nakað, ið vit hyggja eftir við áhuga.

Hetta sigur Vegard Jansen Hagen, ítróttarredaktørur á TV2 Noreg við Portalin.

Fyrr í dag segði hann við NRK, at føroyska deildin var áhugaverd. Nú váttar hann fyri Portalinum, at TV2 arbeiðir ímóti at tryggja sær rættindi at senda frá Betrideildini, tá hon eftir ætlan byrjar 9. mai. Men hví?

- Tað verður ein tíð til Premier League og annað, ið vit hava rættindi til, verður aftur. Í løtuni senda vit ymiskt annað, men vit hyggja eftir møguleikum. Fólk ynskja beinleiðis ítrótt, og Føroyar eru áhugaverdar. Tað er ein góð søga um, at tað kemur ein nýggj tíð eftir korona, og tað er nakað, ið er øðrvísi og hugtakandi.

Les eisini: Betri Deildin meira áhugaverd enn Premier League

Vegard Jansen Hagen sigur, at tað er svíkjandi við lýsingum og øðrum í løtuni. Hann sigur eisini, at TV2 áður hevur sagt nei til rættindini til bestu deildina í Hvítarusslandi, ið er tann einasta ið er í gongd í Evropa í løtuni. Redaktørurin undirstrikar, at Føroyar, Fótbóltssambandið og føroysku myndugleikarnir hava gjørt tingini ábyrgdarfult í mun til í Hvítarussland, og hetta er umráðandi fyri hann.

Hvar í tilgongdini eru tit so?

- Vit hava kannað møguleikan. Higartil hava vit brúkt millummenn, og tað ljóðar jaligt. Nú snýr tað seg um at fáa beinleiðis samband við teir, ið hava rættindini og royna at fáa eina avtalu í lag, sum er rættvís og góð fyri báðar partar. Um tað skal gerast, so er tað umráðandi, at øll fáa nakað burturúr tí; millum annað fíggjarliga. Um tað ikki eydnast, so hyggja vit uppá aðrar møguleikar, men hetta er tað, sum vit royna fyrst.

[object Object]Vegard Jansen Hagen (Mynd: tv2.no)


Ítróttarredaktørin á TV2 Noreg sigur við Portalin, at framleiðslan hjá Televarpinum, ið hevur eina avtalu við FSF, sær góð út.

- Vit hava hugt eftir tí, sum veðrur framleitt í Føroyum, og vit eru nøgdir við tað. Síðani snýr tað seg um hjá okkum at redaktionelt fáa tað at eydnast. Tað verður so til dømis við studio og viðmerkjarum í Noreg, og vit hava ymisk hugskot til, hvussu vit veruliga skulu gera tað lokkandi fyri norska hyggjaran.

Vegard Jansen Hagen nevnir, at tað eru dugnaligir føroyskir leikarar sum hava spælt ella spæla í Noreg, og tí er eitt umhvørvi við áhugaverdum persónum í hesum sambandi. Í mun til hvussu leingi hann ynskir, at ein møgulig avtala verður, sigur hann soleiðis:

- Premier League og Champions League verða so spældar lidnar einaferð, men vit vita ikki heilt. Ein møguleiki hjá okkum hevði kanska verið at deilt kappingarárið í tríggjar partar, har føroyska deildin verður á til mitt juli, men eg skal ikki útilokað, at tað kundi verið til endan av kappingarárinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder