Fótbóltur

- Vit eru klárt betra liðið í dag

Tað sigur málskjúttin til 2-2 hjá HB, ið skemtandi hevði á orðið, at hann er vorðin ein sannur "super-sub". Pætur Petersen vil eisini verða við, at hetta ikki var hansara fyrsta mál í Evropa, men nummar tvey..

Pætur Petersen - her í dystinum ímóti HJK Helsinki, har hann kanska átti 2-2 málið (Mynd: Olaf Olsen)

Pætur Petersen - her í dystinum ímóti HJK Helsinki, har hann kanska átti 2-2 málið (Mynd: Olaf Olsen)

2019-07-23 19:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB spældi fyrr í kvøld 2-2 javnleik á heimavølli ímóti Linfield. Útfrá spæli og møguleikum burdi HB avgjørt vunnið dystin, men teir á heimaliðnum kundi tó fegnast eitt sindur, tí málið hjá Pæturi Petersen í 89.minutti tryggjaði, at HB hevur eitt brúkiligt útgangsstøði til seinna dystin. Eftir dystin fingu vit orðið á 2-2 málskjúttan: 

- Talan er um blandaðar kenslur í løtuni. Vit fáa javna, men vit taka ikki ordliga av í dag. Vit koma afturum beinanvegin men sóu so skjótt, at vit vóru betra liðið. Teir lataokkum stýra dystinum - vit skuldu bara havt tikið av og tora eitt sindur betri, haldi eg.

Les eisini:
Javnleikur í dramatiskari uppgerð í Gundadali

Spurdur um hansara týdningarmikið mál svarar sandoyingurin soleiðis: 

- Eg eri blivin ein sovorin "super-sub", haldi eg - Nei, eg veit ikki. Tað er ein langur bóltur, sum kemur innum verjuna, sum Símun so leggur innfyri, og so fái eg stútað hann í mál

Kantspælarin, sum kom inn tíggju minuttir undan hansara málið, vísir á, at nú er uppgávan á Windsor Park í Belfast einføld - har skal leypast á: 

- Vit skulu bara vinna dystin í Norðurírlandi - uppá tann mátan er tað einfalt. Vit skulu bara leypa á, fara eftir at skora mál og vinna. Og so skulu vit ikki halda, at teir eru betri enn vit, tí tað eru teir ikki. 

21-ára gamli Pætur Petersen kom ti HB úr EB/Streymi í vetur. Til seinast spurdu vit hann, hvussu tað var at fáa sítt fyrsta evropeiska mál: 

- Sjálvandi merkir tað nakað at skora mítt fyrsta mál í Evropa. Men eg haldi, at tað var eg sum skoraði til 2-2 ímóti Helsinki - eg nart við bóltin seinast, og tað hava vit so kjakast eitt sindur um, sigur Pætur flennandi og endar við, at tað er  umráðandi fyri hann at fáa hatta málið, og tað kann fáa stóran týdning, tá samanumkemur

Pætur og HB spæla leygardagin á heimavølli ímóti TB í Betrideildini. Seinni dysturin ímóti Linfield veðrur í Norðurírlandi næsta hóskvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder