- Fyrireikingarnar fram ímóti EM hava sum heild gingið væl. Vit hava vant væl, verið í Íslandi og spælt venjingardystir og eisini spælt nakrar venjingardystir í Føroyum ímóti samansettum liðum við millum annað fleiri A-landsliðsleikarum. Tó hava avbjóðingar verið á vegnum, tí fleiri hava drigist við smáskaðar. Búi Poulsen hevur havt eitt brot í hondini, sum tíbetur er blivið so mikið gott, at hann er klárur. Tíverri bleiv Rói Thomsen ikki klárur, og máttu vit skifta hann út við Tóka Fríðriksson, sum er klárur at loysa tær uppgávurnar á strikuni.
Soleiðis setur Djóni Gaard Joensen orð á, tá Portalurin biður annan av U20-landsliðsvenjarunum seta orð á seinastu tíðina.
Djóni og Hjalti Mohr Jacobsen skulu undir sítt triðja endaspæl við 04- og 05- árgangunum. Allir, fyriuttan skaðadarvaði bakkurin Helgi Poulsen, hava spælt minst eitt endaspæl, og venjararnir síggja eina stóra menning. Tað skerst ikki burtur, at Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl skara framúr sum profilar.
- Allir leikarar hava ment seg sera væl í farna kappingarári. Fleiri av leikarunum hava heilt stóran leiklut á teimum liðum, sum teir umboða. Størstu styrkirnar reint leikliga eru millum annað okkara skjóta og beinleiðis álopsspæl, sum við Óla og Ísaki á odda gevur okkum nógvar streingir at spæla uppá. Í verjupartinum er tað tann ágangandi tilgongdin til álopini hjá mótstøðuliðunum, har vit nú eisini hava møguleika at skifta í millum ymiskar verjuformatiónir. Og so hava vit eisini tveir stinnar málverjar, sum hava ment seg væl seinasta árið.
Sterki strikuspælarin Ísak Vedelsbøl skorar undir HM-endaspælinum í fjør. Óli Mittún (nr. 78) hyggur at. Teir vera liðfelagar á svenska meistaraliðnum Sävehof eftir kappingina og hava royndir frá eldru árgangum og A-landsliðnum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Liðið hevur seinastu tvey árini fingið fleiri stór úrslit og millum annað vunnið á Fraklandi, Týsklandi og Svøríki (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
Hvat verður lykilin til góð avrik hjá tykkum í Slovenia?
- Lykilin til tey góðu avrikini hjá hópinum kemur at verða tey virði vit, sum hópurin saman hava sett. Hetta er fjórða árið at hesir dreingirnir venja saman sum landslið. Tí vera venjingarnar nýttar til at byggja uppá tey konsept vit arbeiða útfrá í verju, álopi og í millum feltini fyri leikliga at avrika so gott, sum gjørligt. Ta samanhaldi, ið hesin hópurin hevur er sera gott, og sæst hetta ofta aftur í okkara avrikum har vit umboða Føroyar á eyðmjúkasta hátt.
Tað verður tungt at koma langt undir EM, hóast tað nú eru 24 lond við. Vinnarin úr hvørjum bólki kemur at spæla um plássini 1-8 saman við tveimum teimum bestu tvey´arunum, annar úr einum av bólkunum A, B og C, og hin úr einum av bólkunum D, E og F. Hesi liðini spæla um medaljur og eru tryggjaði HM-pláss í 2025.
Sí eisini: U20: Nú byrjar EM-endasspælið
Føroyar eru í bólki saman við sponsku heims- og evropameistarunum, umframt Fraklandi og Sveis. Djóni Gaard Joensen og liðið hava høg mál, men vita eisini at tað verður trupult: At ikki enda aftast í bólkinum verður íhvussu er umráðandi.
- Vit eru við fyri at fara allan vegin, og eru vit eisini tilvitaðir um at toppstøðið er sera høgt hjá okkum. Tá tað er sagt, so eru vit eisini tilvitaðir um, at vit eru endaðir í einum sera sterkum bólki við millum annað forsvarandi EM og HM vinnarunum Spania. So vit skulu avrika okkara absolutta topstøðið hvørja ferð og leggja lag á dyst fyri dyst. Av størsta týdning er tó, at enda millum 15 tey ovastu, sum kann tryggja hesum árgangi eitt HM endaspæl komandi summar, sigur Djóni at enda við Portalin
Føroyar leggja fyri við lykladysti móti Sveis í morgin. Sveis er lægst styrkismett í bólkinum.
Í morgin, mikudagin 10. juli kl. 11.00 Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli kl. 15.40 Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli 15.40 Spania – Føroyar
Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (H71)
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71
Bakspælarar:
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald