Fótbóltur

- Vit fingu ta mest ómenniskjaligu skránna frá UEFA

Tað átti faktiskt at verið bannað, heldur landsliðsvenjarin. Eyðun Klakstein kundi eftir dystin í Kasakakstan so at siga bert rósa sínum spælarum, tí dystarskráin og umstøðurnar í sambandi við fyrstu fýra Nations League ikki vóru blíðar við Føroyar.

- Tað er ikki fyrr enn nú, at vit knarra um tað, tí vit hava bara koyrt á (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er ikki fyrr enn nú, at vit knarra um tað, tí vit hava bara koyrt á (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-08 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ferðing kom føroyska manslandsliðið við toymi og fylgi væl yvir 10.000 kilometrar í sambandi við teir fyrstu fýra dystirnar í Nations League.

Fyrst skuldu fleiri ferðast til Føroyar undan fyrsta dystinum móti Kasakstan. Eftir hann varð flogið beinleiðis til Moldova: Tað tók næstan fýra tímar og var yvir 2.800 kilometrar. Tað sama skuldi ferðast eftir dystin í Chisinau, sum varð spældur trý samdøgur eftir fyrsta dystin á Tórsvølli. Áleið sama hvílitíð var millum dyst nummar tvey og trý.

Túrurin eftir triðja dystin var longri: Føroyar - Keypmannahavn er partur av "tí vanliga", men síðani Keypmannahavn - Astana: Til Miðasia og ikki yvir Russland men rundan um Russland. Tað tók hálvan sjeynda tíma.

 - Vit fingu ta mest ómenniskjaligu skránna frá UEFA. Tað átti faktiskt verið bannað.

Hetta staðfesti Eyðun Klakstein í Kasakstan týskvøldið, tá landsliðsvenjarin tók samanum hetta inntensa tíðarskeiðið við fýra hørðum dystum innan ellivu dagar ymsastaðni í heiminum.

Les eisini: Klassa avrik í ein lítlan tíma - persónlig mistøk kostaðu í Kasakstan

Venjaratoymið og Fótbóltssambandið løgdu nógv fyri, so spælararnir fingu so góðar sømdir sum gjørligt at vera til reiðar til dystirnar. Fylgt varð neyvt við tølum og støðum hjá spælarum, og leiguflogfar varð nýtt í trimum førum. Men at spæla heima, úti, heima og úti aftur, tá tað er so stór fjarstøða og so tætt millum dystirnar, er langt frá optimalt

- Og tað er ikki fyrrenn nú, at vit knarra um tað, tí vit hava bara koyrt á. Hava bara koyrt á! Og høvdu ein fantastiskan innsats aftur í dag: Spælararnir arbeiða hart, spæla væl, verja væl - ein kongainnsatsur frá fleiri. Bara spell at vit ikki hava fleiri stig, staðfesti Eyðun Klakstein fyri Portalinum.

Sí alla videosamrøðuna við Eyðun Klakstein eftir seinasta dystin í landsliðsvindeyganum her: Útvísingin broytir dystin - men kortini ikki neyðugt at teir fáa tvey mál

Fleiri landsliðsvenjarar hava verið frammi og víst ónøgd við tongu dystarskránna í Nations league. Føroyar spældu fýra dystir og fýra javnleikir. Kenslan er, sum Eyðun Klakstein er inni á, at tað kundi og átti verið meira. Kanska 3-4 stig afturat.

Sí eisini: Eftir fýra umfør og fýra javnleikir: Føroyar á 2. plássi

Myndir: Frá dreymi til marru - til enn ein javnleik

Dystarskráin kann hava spælt inn, hóast føroyingar í 11 móti 11 í Kasakstan og móti Slovakia serliga eftir steðgin, sóu út til at hava stórt yvirskot. Tað hevur eisini ávirkað, at fleiri profilar frá frálíka landsliðsárinum í fjør, umframt spælarar sum í løtum komu inn og gjørdu mun, ikki vóru tøkir nú - har eru ístaðin millum annað ungir spælarar, sum hava traðkað fram.

Eyðun Klakstein kundi so at siga bert finna rósandi orð fram, eisini eftir keðiligu vendina í dystinum í Kasaksan. Hetta vegna føroysku avrikini og hugburðin, sum í stóran mun hava lyft seg uppum avbjóðingarnar. Tað er vantandi hvassleiki í ymiskum støðum, sum hevur kostað nøkur stig.

Ósigraðu Føroyar liggja tó framvegis í støðu til at koma víðari til røkkstøkkdystir um uppflyting til Deild B, undan einum "vanligum" landsliðsvindeyga við tveimum dystum mitt í november. Mest sannlíkt verður dysturin móti Moldova á Tórsvølli mánadagin 16. november alt avgerðandi.

----------------------------------------------------------------------

Nations League deild C, bólkur 3
Støðan í bólkinum

1. Slovakia 10 stig 
----------------------
2. Føroyar 4 stig
---------------------
3. Moldova 4 stig 
4. Kasakstan 2 stig

Ovasta liðið flytir upp, næstovasta liðið skal í mars spæla um at flyta upp í Deild B.

Tey bæði seinastu umførini verða spæld 13. og 16. november. Tá spæla Føroyar ávikavist í Slovakia og á Tórsvølli móti Moldova.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder