Fyri løtu síðani var ein stuttur tíðindafundur við umboðum frá føroyska liðnum. Har spurdu vit landsliðsvenjarin Håkan Ericson, um hví Føroyar ikki megnaðu at standa ímóti trýstinum frá dønum í seinna helminginum av 2. hálvleiki, tá fýra mál fóru inn.
- Fyrst og fremst er tað torført at standa ímóti einum sterkum liði, og tað er Danmark. Vit fáa ikki okkara "linjur" í verjuspælinum at vera rættar í tí løtuni, har málini koma, og vit gerast ov opnir í nøkrum førum. Danir fáa pláss og tíð á okkara hálvu, og tá gerst tað vandamikið, og tá man ger tað móti einum so sterkum liði, so kemur man í trupulleikar.
Les eisini: Í stórum trupulleikum í Herning
Hetta var fyrsta tapið hjá svenska landsliðsvenjaranum hjá Føroyum, ið stóð á odda fyri føroyska liðnum fyri triðju ferð. 60-ára gamli Håkan Ericson var væl betri nøgdur við 2. hálvleik:
- Vit fáa justera fleri ting og fáa gjørt tað betri í 2. hálvleiki. Har síggja vit, at formurin í verjuspælinum gerst betri, og at vit til tíðir fáa hildið fínt í bóltinum. Tað sær eisini út sum, at teir fara eitt sindur niður í tempo, sigur landsliðsvenjarin.
Håkan sló eftir dystin fast, at verjuspælið og spælið í høvuðsheitinum var betri í 1. hálvleiki eftir nakrar justeringar (Mynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Gjørdist ikki heilt ljótt
Håkan Ericson skal nú fyrireika sítt lið til næstu uppgávuna. Hon verður á Tórsvølli leygardagin, har Nations League-dystur móti Lettlandi er á skránni. Fyrsta bríksl í tí dystinum er um beint undir trý samdøgur. Føroyski hópurin fer nú beinleiðis til Billund, har frá leiguflogfar fer til Føroyar í kvøld
Venjingardystur
MCH Arena 07.10
Danmark - Føroyar 4-0 (4-0)
22' Andreas Skov Olsen 1-0
27' Christian Eriksen (br.) 2-0
32' Joakim Mæhle 3-0
45' Andreas Cornelius 4-0
Myndir frá dystinum
Vanligt er, at vit gera videosamrøður eftir slíkar dystir, men sambært UEFA "Return to Play" protokollini, og av tí at so nógvir miðlar eru til landsdyst í Danmark, so var eingin "mix-zone" í kvøld, og tað vóru tað bert tey, sum hava sjónvarpsrættindi, ið høvdu møguleika at gera slíkar samrøður. Ístaðin fingu vit viðmerkingar á tíðindafundi við venjara og tveimum leikarum, ið vit fáa miðlað á hendan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald