Føroyska liðið byrjaði væl - stóð væl skipað og kompakt á egnari hálvu og fekk skapt einari tvær støður í hinum endanum, samstundis sum Danmark ikki hevði eina skotroynd.
Men fyrsta góða korterið ella so tykist langt burtur, tí síðani hava danir fullkomiliga blást føroyingar umkoll. Fyrst sluppu Føroyar ikki burturúr einum trýsti. Teitur Gestsson bjargaði væl út til horna tvær ferðir, men uppá triðja hornasparki, eftir at føroyingarnir ikki fingu ruddað bóltin ordliga burtur, datt bólturin til Andreas Skov Olsen, sum hevur verið sera eyðsýndur í sínum fyrsta landsdysti. Skotið rakti ein føroying á vegnum, og Teitur hevði ongan møguleika.
Løtu síðani gekk púra galið, tá Føroyar royndi at spæla upp. Alveringin hjá Jóannes Bjartalíð aftur til Sonna Ragnar Nattestad hevði ikki nóg nógva ferð, Skov Olsen kom ímillum og varð samstundis takklaður av Sonna Ragnar. Brotsspark og gult kort. Teitur og Chrstian Eriksen hava báðir spælt fyri OB í ungdómsdøgunum. Í hesum førinum vann Inter Milan-leikarin tvídystin millum javnnaldrarnar, hóast skotið ikki var so hart, og HB-málverjin fór rættan vegin.
Triðja málið hjá Danmark kom fimm minuttir seinni, og tað var eftir gott uppsspæl, sum endaði við, at Joakim Mæhle varð spældur inn í brotsteigin, og vinstri bakkurin var ísakaldur. Fjórða málið kom eftir gjøgnumbrot í høgru. Tað var ov lætt fyri danir, og Skov Olsen fekk lagt innfyri, har Andreas Cornelius við aftaru stong púra ódekkaður kundi stúta í málið. Stutt áðrenn hevði Teitur Gestsson havt eina stórbjarging, tá júst Cornelius vrð spældur fríur. Størsti møguleikin hjá Føroyum kom í álopinum beint áðrenn. Patrik Johannesen og Bjartalíð spældu væl, Lava rann væl, gjørdist púra fríur men skeyt mitt á Kasper Schmeichel við táini.
Føroyingar hava annars ikki megnað so nógv, og tykjast als ikki at hava rakt sítt hægsta støði. Danir hava hinvegin sá sterkir út í ein hálvan tíma, og nú snýr tað seg um hjá liðnum hjá Håkani Ericson at avmarka tapið.
Venjingardystur
MCH Arena 07.10
Danmark - Føroyar (4-0)
22' Andreas Skov Olsen 1-0
27' Christian Eriksen (br.) 2-0
32' Joakim Mæhle 3-0
45' Andreas Cornelius 4-0
Fótbóltur
Í stórum trupulleikum í Herning
Danir skoraðu trý mál uppá tíggju minuttir, øktu beint fyri hálvleik og sita fullkomiliga á dystinum. Føroyar hava givið eitt mál burtur og megna so at siga als ikki at bjóða av.
Sølvi Vatnhamar og hinir royna, men eru undir móti sterku dønunum (Mynd: Sverri Egholm)
2020-10-07 17:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald