Danir royndu at fáa fimta málið - serliga fyrsta korterið eftir steðgin, har onkur stórur møguleiki var, men so líðandi fór luftin og ferðin eitt sindur úr dystinum. Danmark og Føroyar gjørdu nógvar útskiftingar, Heðin Hansen kom millum annað inn til sín fyrsta landsdyst, og báðir partar tyktust rímiliga nøgdir við støðuna.
Les um fyrra hálvleik her
Myndir:Danmark - Føroyar
Føroyska liðið fekk støðgað bløðingini frá fyrra hálvleiki, og hevði í løtum dirvi og vísti evnir til at flyta bóltin. Ein stóran málmøguleika fingu Føroyar eisini, tá Hallur Hansson fangaði bóltin høgt, Andreas Lava Olsen fekk á snildan hátt vent sær eftir eina kiksaða fyrstu nerting og fann Brandur Hendrikson, ið rann væl inn í brotsteigin, men varð kroystur í skotstøðuni.
Danmark vísti styrki í kvøld, meðan føroyingarnir á ein hátt reistust í 2. hálvleiki. Dysturin var líkur honum á Tórsvølli í fjør, tá Svøríki vitjaði og skoraði fýra ferðir í fyrra hálvleiki, men einki í 2. hálvleiki. Tað er eingin ivi um, at Føroyar ikki fáa eins trupla mótstøðu restina av árinum.
Næsta uppgáva er á Tórsvølli um tríggjar dagar. Tá vitjar Lettland í 3. umfari í Nations League. Føroyski hópurin fer til Billund um eina løtu - vit fáa okkurt slag av viðmerking skjótast gjørligt.
Venjingardystur
MCH Arena 07.10
Danmark - Føroyar 4-0 (4-0)
22' Andreas Skov Olsen 1-0
27' Christian Eriksen (br.) 2-0
32' Joakim Mæhle 3-0
45' Andreas Cornelius 4-0
Føroyar (4-2-2): Teitur Matras Gestsson (HB) - Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ - 72' Gilli Rólantsson Sørensen, Brann Bergen), Heini Vatnsdal (KÍ - 62 'Odmar Færø, KÍ), Sonni Ragnar Nattestad (B36 - 72' Heðin Hansen, HB), Viljormur Davidsen (Vejle BK) - Jóannes Bjartalíð (KÍ - 62' Gunnar Vatnhamar, Víkingur), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Hallur Hansson (AC Horsens - 83' Dan í Soylu, HB) Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg) - Patrik Johannesen (KÍ), Andreas Lava Olsen (Víkingur - 62' Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld)
Venjari: Håkan Ericson
Danmark (4-3-3): Kasper Schmeichel (Leicester) - Henrik Dalsgaard (Brentford - 46' Kristian Pedersen, Birmingham City), Jannick Vestergaard (Southampton), Mathias Zanka Jørgensen (FCK - 82' Simon Kjær, AC Milan), Joakim Mæhle (KRC Genk) - Mathias Jensen (Brentford), Phillip Billing (AFC Bournemouth - 72' Andreas Christinsen, Chelsea) - Andreas Skov Olsen (Bologna - 62 Yussuf Poulsen, RB Leipzig), Christian Eriksen (Inter Milan - 72' Jonas Wind, FCK), Martin Braithwaite (FC Barcelona) - Andreas Cornelius (Parma - 46' Pione Sisto, FC Midtjylland)
Venjari: Kasper Hjulmand
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald