- Huglagið í hópinum er gott, dreingirnir eru glaðir fyri at síggja hvønn annan aftur, og vit gleða okkum av álvara til at spæla aftur.
Soleiðis segði Sonni Larsen við Portalin í gjár úr Kiev., tá vit fingu fatur á landsliðsvenjaranum. Danin hevur seinastu árini stjórnað føroyska manslandsliðnum, sum í dag fer undir enn eina undankapping. Talan er um EM-undankapping, og eins og í farnu EM-undankapping skulu Føroyar spæla ímóti Ukreina.
- Vit hava upplivað, hvat tað er, ið eydnast móti Ukreina, og hvat ikki riggar so væl móti júst teimum. So vit hava sjálvandi roynt at sáldað tann seinna partin av hesum frá til hendan dystin.
31-ára gamli bakkurin er føddur í Bosnia men hevur nú búð og spælt hondbólt í Føroyum í næstan tíggju. Nú er hansara fyrsti almenni A-landsdystir fryi Føroyar bert fáar tímar frá (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vit spyrja so Sonna Larsen, hvat lykilin er. Hann kemur serliga inn á tol í álopinum og ein nýggju leikarunum á landsliðnum, sum hann væntar fer at gera mun.
- Tað snýr seg millum annað um, at vit skulu vera meira tolnir í okkara álopsspæli, so vit fáa valt tann besta møguleikan til at fáa skot ímóti málinum. Harafturat vænti eg, at vit hava eitt sindur av nýggjum við í ermuni, millum annað við Filipi og spælinum rundanum um hann. Hetta havi eg góðar vónir til - ikki tað at tað skal vera perfekt frá byrjan, men at tað eisini hevur altjóða støði.
Føroyar vóru sera nær við at koppað Ukreina í Keypmannahavn fyri skjótt tveimum árum síðani. Sonni Larsen sigur, at man hevur fingið nógv burturúr hesum dystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Landsliðsvenjarin leggur afturat, at føroyingarnir kenna betri skjúttarnir hjá Ukreina nú, at tað avgjørt merkir nakað, og so leggur hann afturat, at føroyingarnir lærdu meira at spæla móti Ukreina í apríl 2019, enn hvat ukreinar gjørdu av at spæla ímóti Føroyum.
Tá vann Ukreina við ellivu málum í Kiev - í Royal Arena var munurin bert eitt mál. Síðani hava føroysku menninir bert spælt fimm týðandi dystir - seinast í HM-undankappingini í Luksemburg í januar í fjør. Eftir ætlan skuldu Føroyar spæla tveir dystir móti Kekkia í november, men tað varð útsett til januar og síðani aftur - í báðum førum orsakað av koronu. Tískil gleða føroyingarnar seg nógv til at spæla aftur, men tað merkir eisini, at tríggir dystir skulu spælast uppá fimm dagar, tí millum dystirnar móti Ukreina er ein dystur í Kekkia, sum er á skránni fríggjadagin.
- Vit ætla at nýta tað tilfeingi, ið vit hava, so gott sum gjørligt. Tað vil siga, at fleiri fara at spæla meira í morgin enn fríggjadagin og umvent. Men tá tað er sagt, so eru tað tríggir ógvuliga spennandi dystir, sum vit ikki gremja okkum um at spæla. Vit elska jú slíkar dystir, sigur Sonni Larsen at enda.
Dysturin í Kiev fer í gongd klokkan 15.30 føroyska tíð. Ukreina er stórfavorittur sambært veddingarfyritøkunum. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald