Fótbóltur

- Vit hava sjálvandi vón um stig

Adrian Justinussen sigur, at føroyska U21-landsliðið er fjølbroytt, og at mótstøuliðið í dag er tekniskt væl fyri og skal ikki undirmetast.

Adrian Justinussen, Jákup Andreasen og hinir eru til reiðar at spæla á Svangaskarði í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Adrian Justinussen, Jákup Andreasen og hinir eru til reiðar at spæla á Svangaskarði í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-06 07:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan "teir vaksnu" fyrireika seg til at taka ímóti Spania á Tórsvølli, so verður seinasta hondin lagt á fyrireikingarnar til fyrsta EM-undankappingardystin hjá okkara U21-landsliðið. Ungu mennirnir skulu spæla á Svangaskarði í kvøld, og har er tað Kasakstan, ið vitjar. Adrian Rúnasson Justinussen segði við Portalin í gjárkvøldið hetta um fyrireikingarnar hjá liðnum: 

- Vit hava fyrireika okkum so væl, sum man nú einaferð kann til dystin. Vit hava havt nakrar taktiskar vejingar igjøgnum vikuna, har vit m.a. hava havt fokus á, hvussu vit skulu standa á vøllinum. 

Les eisini: 
Misjøvn úrtøka í byrjanardystum hjá U21

Kasakstan er, fyriuttan Føroyar, lægst seedaða liðið í bólkinum, og tí er talan um realistiskan møguleika fyri at fáa stig. 20-ára gamli leikarin leggur tó dent á, at talan er um dugnaligar fótbóltsleikarar, ið føroyingarnir eru uppi ímóti í dag: 

- Vit hava sjálvandi vón um stig, men man skal ikki undirmeta Kasakstan. Vit hava hugt nakað eftir video av mótsstøðuliðnum, so vit hava eina hóming um, hvussu teir spæla. Teir spæla góðan fotbolt og eru tekniskt væl fyri. Dysturin verður helst ein av teimum, har teir hava meira boltin, meðan vit fara at royna at koyra uppá umstillingar.

Síðani byrjanina av seinasta kappingarárið hevur Adrian Justinussen skorað heili 28 mál fyri HB í Betrideildini, umframt at hann hevur verið við í nógvum øðrum. Ársins leikari og ársins ungi leikari í fjør stendur nú á gáttini til sín triðja U21-landsdyst; hetta er hann til reiðar til, og Adrian leggur dent á, at talan er um eitt føroyskt lið við nógvum ymiskum dygdum, sum kunnu føra langt:

- Eg fari altíð inn til allar dystir, við øllum tí sum eg havi, og tað trúgvi eg, at vit allir gera. Um vit allir stríðast væl, og halda okkum til tær avtalurnar sum eru gjørdar, so kann tað røkka langt. Vit hava nógvar ymiskar typur á liðnum: Vit hava nógvar tekniskt góðar leikarar, vit hava skjótar spælarar sum eru góðir til umstillingar, og so hava vit nógvar sterkar leikarar sum kunnu vinna nærdystir

Fyrsta bríksl í kvøld er klokkan 17.00. Vit dagføra beinleiðis og hava myndir frá dystinum. Kringvarpið vísir dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder