Fótbóltur

- Vit skulu longur fram á leið – rætta vegin

Håkan Ericson hevur sett manningina, sum taka sær av A-landsliðnum í fótbólti.

Frá vinstru Øssur Steinhólm, Jógvan Martin Olsen, Magni Mohr, Pætur Clementsen, Sámal Erik Hentze, Eli Hentze, Rickard Dahan, Igor Ardoris, Sigfríður Clementsen, Álvur Hansen, Bárður Lava Olsen, Jón Clementsen, Áki Johansen, Hans Erik Danielsen, Håkan Ericson og Kristin Dam Ziska (Mynd: Sverri Egholm)

Frá vinstru Øssur Steinhólm, Jógvan Martin Olsen, Magni Mohr, Pætur Clementsen, Sámal Erik Hentze, Eli Hentze, Rickard Dahan, Igor Ardoris, Sigfríður Clementsen, Álvur Hansen, Bárður Lava Olsen, Jón Clementsen, Áki Johansen, Hans Erik Danielsen, Håkan Ericson og Kristin Dam Ziska (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-27 13:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ein hópur á 21 fólk, bara mannfólk, sum skal syrgja fyri, at sum mest kemur burtur úr arbeiðinum við føroyska manslandsliðnum í fótbólti.

Í dag kunngjørdi Håkan Ericson, landsliðsvenjaran, stabin, sum skal taka sær av landsliðinum. Hetta hendi á einum vælvitjaðum tíðindafundi í FSF-húsinum.

Við í talinum 21 eru eisini tey menninir við umsitingarligum uppgávum, sum dagliga arbeiða á FSF-skrivstovuni, sum sostatt eisini hava aðrar uppgávur innan fótbóltin.

Tveir sviar afturat
Tá Håkan Ericson varð settur sum A-landsliðsvenjari, setti hann fram eisini nøkur ynski, sum eru gingin á møti.

Eitt nú, at hann kundi taka onkrar sviar við sær upp í arbeiðið. Sviarnir kring landsliðið verða tveir í tali, ein mentalur venjari og ein leiðandi fysioterapeutur.

Umsitingarligi staburin hjá landsliðnum verður tann sami, sum áður. Tað vil siga, at Virgar Hvidbro er ’general-manager’, Kristin Dam Ziska liðleiðari, Hans Erik Danielsen miðlasamskipari og Bárður Lava Olsen ’kit-manager’.

Håkan Ericson kemur at standa fyri venjingunum saman við Eli Hentze, hjálparvenjara.

Altjóða kapasitetir
Afturat teimum báðum verður ungverjin Andras Gango, sum verður málverji. Andras hevur fyrr verið knýttur at landsliðnum, og verður mettur sum føroyingur eftirhondini. Í løtuni starvast hann tó í Noregi sum málmansvenjari hjá Tromsø IL í bestu norsku fótbóltsdeildini.

Til at fáa tað besta burtur úr tilfarinum hevur Håkan Ericson sum nakað nýtt sett ein mentalan venjara. Talan er um Igor Ardoris úr Svøríki, sum hevur drúgvar royndir við at arbeiða við ítróttafólki. Í løtuni er hann eisini knýttur at svenska landsliðnum í judo, og hevur eisini verið knýttur ríðilandsliðnum í heimlandinum.

Magni Mohr, professari í fysiologi og royndur fótbóltsvenjari, verður nú knýttur landslðnum sum fysiskur venjari.

- Eg fekk at vita, at tað býr ein altjóða kapasitetur innan fysiska venjing her í grannalagnum, og eg eri fegin um, at Magni Mohr hevur játtað at vera við á liðinum, segði Håkan Ericson

Hin sviin í landsliðstoyminum er Rickard Dahan, sum fyrr hevur arbeitt við svenska A-landsliðnum sum fysioterapeut. Hann verður leiðandi fysioterapeutur saman við føroyingunum Álvi Hansen og Øssur Steinhólm.

Avrikini skulu optimerast
Jón Clementsen verður nú fastur lækni hjá A-landsliðnum, men Elmar Ósá, Heini Harryson og Djóni S. Joensen verða framhaldandi partur av fasta læknatoyminum hjá FSF.

At enda verða ungdómslandsliðsvenjararnir og mennararnir Sigfríður Clementsen og Áki Johansen umframt Jógvan Martin Olsen og Pætur Clementsen knýttir at landsliðnum sum skótar, ið skulu kanna mótstøðuliðini.

Og so verður eisini eitt tætt samstarv við nýsetta U21-landsliðsvenjaran, Sámal Erik ”Bagge” Hentze.

- Fremsta endamál hjá okkum verður at optimera avrikini hjá A- og U21 landsliðunum. Vit skulu skapa eitt gott og mennandi umhvørvi, sum við tíðini eisini helst skulu geva okkum góð úrslit og uppmerksemi úti í heimi, segði Håkan Ericson.

Nýggi landsliðsvenjari hevur eisini sett sær fyri, at venjaratoymið skal verða stuðul hjá leikarunum, ið vilja longur við sínum fótbóltsspæli, eitt nú við at koma til størri feløg úti í heimi. Men mál hansara er eisini, um áhugi er fyri tí, at virka sum stuðul og mennari fyri føroysku feløgini, segði hann. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder