Í morgun varð kunngjørt hvørjir 20 leikarar eru úttiknir til dystirnar 28. august og 3 september ímóti ávíkavist Wales og Hvítarussland. Talan er um fyrstu dystirnar í EM-undankappingini.
Les eisini: Her er fyrsti hópurin
John Petersen setti navn á leikararnar í FSF-húsinum, har Portalurin var til staðar. Vit spurdi hvørjar vónir hann hevði til fyrst uppgávurnar:
- Vónirnar til hesar dystirnar skulu vera góðar. Talan er um tvey mótstøðulið, sum allarhelst eru sterkari enn vit, men vit fara eftir so góðum úrsliti sum møguligt.
John hevur arbeitt við kvinnufótbólti í nógv ár og var hjáparvenjari hjá Pætur Clementsen í seinastu undankapping:
- Í seinastu undankapping mentu vit okkum nógv. Vit fingu til dømis mál ímóti Kekkia, sum er ein sterk tjóð, so vit vóna at kunna klára okkum væl og halda fram við at menna okkum
Dysturin ímóti Wales er heimadystur. Stuðulin frá áskoðaraplássunum á Tórsvølli kann hava nógv at siga, sigur landsliðsvenjarin:
- Vit vóna at nógvir áskoðarar koma. Dysturin ímóti Wales er lagdur klokkan 17 eitt týskvøld, so fólk kunnu koma beint frá arbeiði til dystin.
Hópurin:
Málverjar:
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)
Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)
Rakul V Magnussen, (EBS/Skála)
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland(Danmark)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Áleyparar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald