Fótbóltur

- Vónandi er hetta byrjanin til nakað størri

Á nýggjárinum skiftir Jóannes Bjartalíð KÍ út við næstbestu norsku deildina.

(Mynd: fredriksstadfk.no)

(Mynd: fredriksstadfk.no)

2022-11-23 19:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jóannes Bjartalíð valdi tryggleikan, tá hann valdið at taka av møguleikanum og skriva sáttmála við norska felagið Fredriksstad Fotballklubb, sum spælir í næstbestu deildini í Noregi.

- Fredriksstad er ein góð og trygg loysn fyri meg. Eg havi møguleika fyri at menna meg har, og so vóni eg eisini, at hetta kann vera byrjanin til nakað størri.

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð í eini samrøðu við Televarpið í dag. Hann fortelur eisini, at tað vóru fleiri útlendsk feløg, sum høvdu áhuga fyri honum, eitt nú úr Kanada, Noregi, Svøríki og Polandi.

Hann viðgongur eisini, at tað ikki var Mikkjal Thomassen, sum lokkaði Jóannes við sær, tá hann tók av at gerast venjari fyri norska felagið. Nei, Jóannes vendi sær sjálvur til Mikkjal og spurdi um at sleppa við.

Søgan er ikki heilt tann sama tá hon verður fortald av norska felagnum.

Heimasíðan hjá Fredriksstad FK skrivar í dag, at tað kanska ikki var óvæntað, at Mikkjal tók yndisleikara sín við sær til Noregs. Men so er ikki. Fredriksstad hevur havt gott eyga til føroyska miðvallaran síðan 2019, sigur Joachim Heier, ítróttastjóri við heimasíðuna hjá FKK.

- Bjartalíð er ein eldhugaður leikari, sterkur og stríðshugaður. Hann gevur seg fult út og hevur orku og dirvi, ið smittar av á liðið. Hann rennur nógv er ágangandi og hevur veruliga krút í vinstra fóti. Hann hevur ein leikstíl, sum Fredrikstad-fjepparar fara at virðismeta, sigur Joachim Heier.

Eftir ætlan byrjar Jóannes Bjartalíð í FKK tá venjingin verður uppafturtikin 4. januar.

Jóannes Bjartalíð sigur í samrøðuni við Televarpið, at hann vónar, at Fredriksstad kann vera eitt stig hjá honum víðari út í heim. Málið hjá bæði Fredriksstad og Bjartalíð í løtuni er at koma í Eliteserien um eitt ár, men føroyski miðvallarin dylir ikki fyri, at ynskið er at kunna sleppa spæla í eini enn sterkari deild í Evropa.

Men fyrst skal hann siga farvæl við liðfelagarnar og fjeppararnar í Klaksvík, og tað verður kanska ikki so lætt, viðgongur hann. Men lovar samstundis, at KÍ, sum altíð, verður fyrsta val, tá hann einaferð vendir aftur til føroyskan fótbólt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder