Fótbóltur

0-2 og 2-0: Tungt føroyskt kvøld í Conference League

NSÍ fekk reytt kort og kolldømt mál í Klaksvík, var leingi á veg móti málleysum javnleiki, men so skoraði Brown Irabor tvær ferðir fyri Koper. Tvey langskotsmál feldu HB, sum var nógv í verjustøðu í Skotlandi men hevði møguleikar í 2. hálvleiki móti Motherwell.

Emil Weihe Joensen varð vístur av vølli tíggju minuttir fyri steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

Emil Weihe Joensen varð vístur av vølli tíggju minuttir fyri steðgin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-23 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður ógvuliga trupult hjá føroysku feløgunum í Conference League at vinna seg í 3. umfar. Tað visti man áðrenn, men útgangsstøðini eftir fyrru dystirnar, gera fyritreytirnar hjá NSÍ og HB til 2. umfar ringar.

Tað endaði 0-2 í Klaksvík, har FC Koper vitjaði NSÍ, og Motherwell vann 2-0 á HB.

Í dystinum við Djúpumýru var NSÍ nakað omaná fyrstu 35 minuttirnar, men tað gjørdist meira støður enn møguleikar. 

Síðani broyttist dysturin. Emil Weihe Joensen strekti beinið, men trekti seg nakað, áðrenn hann rakti slovenan. Moldoviski dómarin smekkaði reyða kortið upp - NSÍ'arar ónøgdir, og dómarakønir og fótbóltskøn eitt sindur ósamdir um, tað var rætt ella ikki.

Tað sá kolldømda málið eftir deyðbólt ikki at vera, og sum heild vóru NSÍ'ararnir frustreraðir um dømingina. Avrikið við tíggju monnum var annars sum heild gott, men móti endanum fekk Brown Irabor ov nógv pláss tvær og setti bóltin trygt í NSÍ-netið.

Oddaliðið í Meistaradeildini skal venda 0-2 tapið næsta hósdag fyri at koma til 3. umfar í Conference League, og tað sama er galdandi fyri HB.

Í fyrsta dystinum hjá HB í Evropa í 2026 var Motherwell leikliga omaná, men í 5-4-1 gav HB ikki nógv upplagt til skotar fyri stegðin, uttan ein stútara á tvørtræðið.

Men Motherwell skoraði við lngskoti, tá eitt korter var farið. Bjarti Vitalis Mørk var kanska ikki rætt staðsettur og sá skotið heldur seint, men skotið hjá Martini Moormann var so mikið gott, at tað 1-0.

Tað hjá Lukas Fadinger í 57. minutti var ikki minni gott. HB kundi ruddað betri, men skotið úr eini 22-23 metrum fór umvegis yvirleggjaran og í mál: Framúr flott.

Føroyska liðið ressaðist tó og hevði tveir góðar møguleikar at minka. Men stórt tak skal takast á Tórsvølli um eina viku.

-----------------------------------------------

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
NSÍ - FC Koper 0-2 (0-0)

Meira um dystin her

Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli á FIR Park
Motherwell - HB 0-2 (0-1)

Meira um dystin her

Seinnu dystirnir verða spældir um eina viku, hósdagin 30. juli. Annar á Tórsvølli og hin í Slovenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder